IF TOMORROW NEVER COMES

Tónarnir hava rungað um alla Klaksvíkina. Tað heilt stóra høvuðsnavnið í ár, Ronan Keating, hevur júst verið á Stóra palli á Vágsbøi í Klaksvík.

 

Ronan Keating varð kendur úr írska dreingjabólkinum Boyzone, men valdi í 2000 at royna solokarrieruna. Annað kann ikki sigast enn, at hon hevur hilnast ógvuliga væl, tí hann hevur sungið fleiri hits, sum hava verið á europeiskum hitlistum.

 

’Baby Can I Hold you Tonight’, ’If Tomorrow Never Comes’ og ’When You Say Nothing at All’. Tónleikurin hjá Ronan Keating hevur verið at hoyrt javnan í útvarpinum síðstu 10 árini. Og framman fyri einum stústappaðum Vágsbøi sang Ronan Keating allar sínar kendur – og nakrar minni kendar – sangir í knappan hálvan annan tíma. Alt meðan fjøldin sang, skríggjaði og dansaði við til bleytu poptónarnar frá Keating.