ÍF vann á heimavølli í Leirvík

1. DEILD: Meðan teir skifta vøll í Fløtugerði eiga fuglfirðingar heimavøll uppi á Brekku í Leirvík

Í góðveðrinum í dag átti ÍF heimavøll ímóti EB/Streymi, sum er niðast á støðutalvuni. Heimavøllurin hjá ÍF var uppi á Brekku í Leirvík. Tað kemst av, at teir í løtuni eru við at skifta graslíki á vøllinum í Fløtugerði í Fuglafirði.

 

ÍF vann 3-1, og nú eru fuglfirðingar á fjórða plássi við 24 stigum. Tað er framvegis langt upp til uppflytingarpláss, tí undan dagsins umfari hevði FC Suðuroy á triðja plássi 32 stig.

 

Teit Hjelm legði beinanvegin heimaliðið framum eftir upplegg frá Boga á Reynatrøð, og tá ið eitt stórt korter var farið, svaraði EB/Streymur aftur. Málskjútti var Thomas Bjørn Miezan, og uppleggið átti Fríði Holm.

 

ÍF var greitt omaná, og seks minuttir eftir steðgin var tað Bogi á Reynatrøð, sum legði ÍF framum 2-1. Uppleggið átti Atli Djurhuus Petersen. Tveir minuttir undan leikloki var tað Atli Djurhuus Petersen, sum staðfesti heimasigurin, tá ið hann skoraði til 3-1. Tá var tað Jóan Petur Jónsson, sum átti uppleggið.

 

Hjá EB/Streymi var tað merkisvert, at Andras Ó. Olsen var á vøllinum alla tíðina. Nógvu tey seinastu árini hevur hann verið verjuálit og liðformaður á besta liðnum, men higartil í ár hevur hann verið skaddur og ikki spælt í bestu deildini. Rógvi Egilstoft, sum hevur verið uttanlands seinasta árið, var eisini millum teir fyrstu ellivu.

 

Hóskvøldið fær EB/Streymur vitjan av B71, og leygardagin fer ÍF at spæla á útivølli ímóti TB.