Landsstýrið fer at styrkja tilbúgvingina

Føroyar skulu vera betri fyrireikaðar til kreppur og óvæntaðar hendingar.

Trygdin í føroyska samfelagnum skal styrkjast.

Í ólavsøkufrágreiðing løgmans verður dentur lagdur á, at royndirnar seinastu árini hava víst, at samfelagið má vera betur fyrireikað til kreppur.

Talan er bæði um náttúruvanlukkur, farsóttir, netálop og aðrar hendingar, sum kunnu raka týdningarmiklar samfelagsskipanir.

Landsstýrið ætlar tí at styrkja samstarvið millum myndugleikar og at dagføra tilbúgvingarætlanirnar.

Dentur verður eisini lagdur á at tryggja veitingina av el, samskifti og øðrum týðandi tænastum.