Ikki ætlanin at mansverja nakran

Neistin: Sigrun Mikkelsen, venjari hjá Neistanum, ætlar sær ikki mansverja nakran í dag

Sigrun Mikkelsen, venjari hjá Neistanum, roknar við eini javnari finalu millum Neistan og Kyndil í dag. Hon vónar, at tað verður ein javnur og spennandi dystur.

? Vit hava spælt tvær ferðir móti teimum í ár og hava vunnið annan og tapt annan. Kyndil hevur nógvar góðar spælarar, sum vit mugu ansa eftir, sigur Sigrun. Hon sigur kortini, at tað helst ikki verður talan um at mansverja nakran, so sum nógv onnur lið velja at gera.

? Vit mugu ansa væl eftir øllum bakspælarunum hjá teimum ? Lotte Sørensen, Ann Hansen og Jórun Ludvig ? og Jacklyn Djurhuus hevur eisini spælt væl í seinastuni, men tað er so ikki ætlanin at fara at beinleiðis mansverja nakran, sigur Sigrun Mikkelsen.

Í landskappingini er Neistin nummar tvey, tvey stig aftan fyri StÍF, men tvey stig framman fyri Kyndil á triðja plássi, so har er alt framvegis opið.

? Vit hava longu spælt og vunnið á VB í Vági, meðan hvørki StÍF ella Kyndil hava verið har suðuri enn. Tað kann í síðsta enda gerast ein fyrimunur fyri okkum, sigur Sigrun Mikkelsen.