Somuleiðis skal á hesum stað verða tikið undir við, at tað skuldi verið óneyðugt at tilnevnt ein altjóða eygleiðara at fylgja við samráðingunum millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri.
Tað hevði verið stór skomm. Talan skuldi verið um tvey siviliserað lond, sum hava havt søguligt samband í 600 ár. Hóast Føroyar vóru eitt hjáland ein stóran part av hesi tíð, hava vit ikki hildið okkum vera hjáland seinastu mongu árini.
Heldur ikki skuldi verið neyðugt við Dáviði Oddson, íslendska forsætisráðharranum, sum semingsmanni í uppgerðini millum Danmark og Føroyar. Nú verður sagt uppgerðini millum Føroyar og Danmark. Tað skuldi ikki verða ein uppgerð, sum tilgongdin hevur verið, kunnu vit næstan staðfesta, at í dag er talan um eina uppgerð.
Í øllum førum løgdu føroyingar út við at seta upp roknistykki um hervaldið, og hvat Danmark hevði spart við at hava herstøðir í Føroyum og Grønlandi, og danska stjórnin svaraði aftur við at seta tøl á útreiðslur, sum danir hava av føroyingum og føroyskum avtalum, viðurskiftum o. ø.
Men vónandi kann hugtakið »uppgerð« skiftast út við eina samráðingarstøðu, nú luftin vónandi verður reinskað, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði á tíðindafundi í Keypmannahavn í gjár.
Tað er tvingandi neyðugt, um vit ikki skulu enda aftur í somu støðu, sum í 1946, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður, nevndi á tíðindafundinum í Tinganesi í gjár. Tað má ikki henda, at føroyingar aftur hesaferð skulu velja millum eitt føroyskt uppskot og eitt danskt uppskot.
Avleiðingin av tí kann gerast, at tjóðskaparspurningurin aftur verður eitt politiskt evni, sum trokar onnur átrokandi samfelagsmál alt ov langt aftur. Henda støða, sum vit hava havt seinastu hálvthundrað árini, hevur darvað eini samfelagsligari menning í Føroyum í so nógv.
At vit komu í hesa støðuna er óheppið, og vit kunnu tí einaferð afturat spyrja, um landsstýrið hevur mýkt støðuna í Føroyum nóg mikið undan samráðingunum.
Neyvan, tá landsstýrið nústani nú í sjálvum sáttmálauppskotinum tekur tann »frælsa felagsskapin«, sum varð umrøddur í Hvítubók, framaftur. Hví hevur hann ikki verið meira umrøddur og viðgjørdur á fundinum millum landsstýrið og andstøðuflokkarnar.