Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Árið 2014 hevur verið eitt gott ár fyri meg persónliga. Serliga gleðiligt hevur tað verið at fylgt ommusoninum, sum hann er vaksin og mentur, hóast nógv av tí er hent gjøgnum Skype.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, heldur, at politiskt hevur árið verið strævið.
- Tí, hóast tú roynir at vera konstruktiv, so er tað møtumikið at sita í andstøðu. Serliga er tað strævið, at tú ikki fær gjørt nakað við tær avbjóðingar í samfelagnum, sum tú brennir fyri og vil vera við til at gera nakað við.
Hvat minnist tú best frá 2014?
- Tað, sum eg minnist best frá 2014, er tær góðu løturnar saman við mínum.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Havi ikki eina ávísa hending, ið er tann størsta í 2014. Eg gleðist um løturnar saman við góðum vinfólki - á Summarfestivalinum og á Sørvágs Country og Bluesfestivali. Hetta eru tvey afturvendandi tiltøk, har samveran við vinfólkini, ið eg ikki síggi so ofta, er í hásæti.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Eg eri ikki so nógv fyri, at vit bara skulu gloyma tað, ið farið er. Eg haldi, at vit skulu læra av tí, sum hendir og síðan kunnu vit leggja tað afturum okkum. Skal eg hugsa politikk, so haldi eg, tað er ein mangulvøra, at vit læra av tí, ið hendir.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- At tað gongur mínum væl, og at tey eru frísk. So ynski eg eina samgongu, ið ger nakað við at minka ójavnan, sum tíverri eisini er at finna í okkara samfelag, sigur Eyðgunn Samuelsen.