Tað er ikki bert í Føroyum, at útlendingar mugu stríðast í áravís fyri uppihaldsloyvi. Í Hetlandi hevur ein burmesisk kvinna stríðst í fimm ár Eitt av stóru kjakevnunum, ikki bert í valstríðnum, men í síni heild í føroyska samfelagnum, er útlendingalógin og teir trupulleikar hon førir við sær. Men vit eru eftir øllum at døma ikki einsamøll um at hava slíkar trupulleikar.
Shetland Times veit í seinastu útgávu síni at siga, at ein burmesisk kvinna og ættleiddu synir hennara fingu týsdagin eitt bræv frá bretska innlendismálaráðnum, sum boðaði frá, at tey sluppu at verða verandi í landinum.
Hazel Minn og synirnir Simon, 15, og Vincent, 14, komu til Hetlands í apríl mánaði í 2002 við einum ferðafólkavisa. Sum »einasta møguleika at yvirliva« komu tey til Hetlands og til Hillswick, har mostir hennara búði. Tey dugdu ikki eitt orð av enskum, men tíbetur hevði Vincent eitt gott máloyra, so tey máttu klára seg við tí.
Hazel Minn varð skrásett sum ólógligur innflytari og kundi av tí sama ikki arbeiða. Tað var tí mosturin og maður hennara, Lillian og Bert Armstrong, sum máttu føða og skøða tey.
Dreingirnir sluppu kortini at ganga í skúla og Hazel sjálv tók skeið í enskum.
Nú vil Hazel Minn bara sleppa til arbeiðis, og hon vónar, at fáa starv innan fólkarøkt av einumhvørjum slag, antin tað so verður at taka sær av eldri fólki ella børnum, skrivar Shetland Times í nýggjastu útgávu síni.