Ikki eitt mál ov lítið

Víkingur var, uttan at spæla upp til sítt besta, so nógv betri enn KÍ leygarkvøldið. At KÍ javnaði fyri steðgin, kløkkaði heimaliðið, men eftir steðgin var slett eingin ivi um, at vinnarin var tann rætti

FÓTBÓLTUR

 

Tann, sum hevði væntað sær at sæð eitt svangt og ágrýtið KÍ-lið í Gøtu leygarkvøldið, bleiv vónsvikin. Ongantíð í dystinum vísti KÍ viljan og villskapin, ið kundi givið stig, og úrslitið gjørdist eisini hareftir.

Tvørturímóti fekk Víkingur eina ynskibyrjan, tá Súni Olsen longu í sætta minutti sendi eitt fríspark úr høgru síðu flatt inn í KÍ-brotsteigin, har Atli Gregersen toygdi seg fram og setti pannuna á til 1-0.

Í fyrra hálvleiki sást bara heimaliðið á vøllinum, men Víkingur skapti millum lítið og einki, hóast liðið hevði bóltin nógv. Tað var hinvegin bara so týðiligt, at luturin hjá KÍ var at renna aftaná, og tað kom næstan ikki fyri, at KÍ hevði nakað spæl framman fyri miðjuna.

Tí var tað ein hvøkkur, at KÍ brádliga javnaði fyri steðgin, tá Kristoffur Jakobsen tamdi og smekkaði til við einum framúr góðum skoti, sum eisini hevði uppiborið at enda í málmeskunum.

 

Sjálvgjørt…

Tá nú Víkingur skapti so lítið, mundi tað kennast væl hjá vertunum, at tað blivu gestirnir, ið settu tað heila í gongd eftur steðgin. Stutt inn í seinna hálvleik átti KÍ tað mesta av forarbeiðinum, áðrenn Víkingur kundi skora til 2-1.

Ein vandaleysur bóltur á veg inn í KÍ-brotsteigin var bara akkurát snittaður av einum klaksvíkingi, og so mátti Jákup Mikkelsen gera eyka nógv fyri at fáa bóltin – men fekk ikki hildið honum, og so lá væl fyri hjá Zoltan Bukzsegi at skjóta í tómt mál.

Zoltan kundi økt, tá hann skjeyt eitt dundurskot á stongina, men mitt í hálvleikinum kom so triðja málið, tá Súni Olsen hegniliga sendi fríspark beinleiðis í málið. Og minuttin eftir sendi Sverri Jacobsen bóltin so nær og høgt innfyri, at hann datt niður á sjálvan yvirliggjaran…

Tá einir 10 minuttir vóru eftir, lá betur fyri hjá Sverra. Hegnisliga stútaði hann bóltin í málið eftir eitt gott hornaspark úr vinstru síðu frá Sølva Vatnhamar. Dysturin, sum longu áðrenn var avgjørdur, var nú endaliga avgjørdur!

 

Bara eitt lið

Víkingur hevur mangan spælt betur enn leygarkvøldið, men avrikið av kortini nøktandi, tí neyðugu málini komu, so samanrenningin av gøtumonnum og leirvíkingum fekk staðfest, at hon vil spæla við heilt har uppi.

At tað hevur týdning fyri Víking, at Zoltan Bukzsegi er komin afturíaftur, gekk sjón fyri søgn. Og hóast Andreas Lava Olsen einki mál fekk leygarkvøldið, vísti hann so dyggiliga, at hann einki varandi mein hevur fingið av, at hann var vrakaður av landsliðsvenjaranum til Serbia-dystin fyrr í vikuni!

Andreas var vælupplagdur og syrgdi fyri, at hinir fingu ríkiligt av plássi. Enntá, tá hann var liggjandi, megnaðu KÍ-ararnir nóg illa at fáa bóltin av besta Víkinginum leygarkvøldið, so íðin, arbeiðssamur og spæliglaður sá hann út til at vera.

Eftir dystin kundu klaksvíkingar bara prísa seg lukkuligar fyri, at Víkingur ikki hevði ein av sínum bestu dystum, tí so hevði tað blivið søguligt sorl í Sarpugerði. Har var jú bara eitt lið á vøllinum.