Kanningin sum Gallup Føroyar gjørdi fyri Sosialin í síðstu viku snúði seg eisini um, hvat fólk halda um ætlanina hjá landsstýrinum at samráðast við stjórnina um at fáa hægri blokkstuðul.
Sum tað sæst í aðrari grein á síðuni, so eru fólk lítið hugað fyri uppskotinum um flatskatt. Men eins lítið hugað eru tey fyri ætlanini við hægri blokkstuðuli. Veljararnir gev ætlanini miðalkarakterin 4,4 á einum skala frá 1 til 10.
39 prosent av veljarunum geva ætlanin botnkarakterin 1, meðan átta prosent gev ætlanini toppkarakterin 10. Býta vit veljarar sundur í tey, sum geva ætlanini negativt skotsmál, undir miðal, og positivt skotsmál, yvir miðal, so sæst, at 62 prosent av veljaranum geva karakter undir miðal, meðan 30 prosent geva ætlanini karakter yvir miðal.
Bera vit saman við ætlanini við flatskattinum, so eru áleið líka nógv fólk, sum geva ætlanini karakterin undir miðal, meðan væl fleiri geva ætlanini um hægri blokkstuðul postivari karakter, 30 prosent í mun til 22.
Hyggja vit so at einstøku flokkunum, so er tað sum vera man veljararnir hjá Sambandsflokkinum, sum eru heitastir fyri ætlanini um at fáa hægri blokkstuðul úr Danmark. 35 prosent av veljarum floksins geva ætlanini toppkarakter, meðan 16 prosent geva ætlanini botnkarakter. Í miðal geva veljarar hjá Sambandsflokkinum ætlanini karakterin 6,9.
Næstir veljarum Sambandsfloksins koma javnaðarveljarar. Veljarar Javnaðarfloksins geva ætlanini í miðal karaketrin 4,6.
38 proesent av javnaðarveljarunum geva ætlanini botnkarakterin 1, meðan 16 prosent geva ætlanini toppkarakterin 10.
Næstir eru veljarar hjá Fólkaflokkinum. Í miðal geva teir ætlanini um at fáa hægri blokkstuðul úr Danmark karakterin 4,0.
39 prosent av fólkafloksveljarunum geva ætlanin botnkarakterin 1, meðan 10 prosent geva ætlanini toppkarakterin 10.
Veljararnir hjá Miðflokkinum geva ætlanini miðalkarakterin 3,5.
38 prosent av veljarum floksins geva ætlanin botnkarakter, meðan seks prosent geva ætlanini toppkarakter.
Veljarar hjá Sjálvstýrisflokkinum eru ikki serliga hugaðir fyri ætlanini um at biða um hægri blokkstuðul úr Danmark. Teir geva ætlanini miðalkarakterin 3,3. Heili 47 prosent av teimum geva ætlanini botnkarakterin 1, meðan seks prosent geva ætlanini toppkarakterin 6.
Veljarar hjá Framsókn eru heldur ikki serliga hugaðir fyri ætlanini um at biða um hægri blokkstuðul. Í miðal geva veljarar floksins ætlanini karakterin 2,7.
Heili 57 prosent av veljarum floksins geva ætlanini botnkarakterin 1, meðan bert fýra prosent geva ætlanin toppkarakterin 10.
Sum vera man eru tað veljararnir hjá Tjóðveldisflokkinum, sum halda minst um ætlanini at biða um hægri blokkstuðul úr Danmark.
Í miðal geva veljarar floksins ætlanini karakterin 1,9 á skalanum millum 1 og 10.
Heili 76 prosent geva ætlanini botnkarakterin 1, meðan bert trý prosent geva ætlanini toppkarakterin 10.
Um vit bólka flokkarnar eftir, hvør er heitastu fyri, at Føroyar skulu hava hægri blokkstuðul úr Danmark, so verður listin sambært Gallup Føroyar hesin:
1. Sambandsflokkurin 6,9
2. Javnaðarflokkurin 4,6
3. Fólkaflokkurin 4,0
4. Miðflokkurin 3,5
5. Sjálvstýrisflokkurin 3,3
6. Framsókn 2,7
7. Tjóðveldi 1,9