Sum gongdin í fiskivinnuni hevur verið seinastu tíðina, kenna feløgini í fiskivinnuni seg noydd til at siga frá. Vinnan orkar ikki at átaka sær fleiri byrðar. Hon hevur tvørturímóti brúk fyri at fáa víðari og tryggari karmar at virka undir.
Landskassanum tørvar støðugt meira pening fyri at kunna fíggja tær vaksandi almennu útreiðslurnar og fyri at temja hallið á fíggjarlógini.
Men tað tykist, sum um politiski myndugleikin bara hevur eina uppskrift. Hon er at senda rokningina til vinnuna.
Listin er langur. Bara hesar seinastu mánaðirnar hevur fiskivinnan fingið álagt at gjalda upp til 2% av avreiðingarvirðinum til at fíggja inntøkutrygdina, hon skal gjalda ein tilfeingisskatt upp á 2,5% av skattskyldugu inntøkuni omanfyri 1 mió. kr., reiðaríini skulu nú gjalda fyri læknakanningarnar, egingjaldið fyri trygdarskeiðini er hækkað, og eyka oljugjald er álagt. Harumframt skulu partarnir í vinnuni finna útvegir fyri at fíggja eina pensjónsskipan, sum hækkar við 1,5% um árið tey næstu 10 árini, um uppskotið til pensjónsreform verður samtykt.
Samstundis tykist tað, sum um politiska skipanin bara gerst meira óstøðug, og tí er trupult at meta um, hvørjar umstøður vinnan fer at hava at virka undir í framtíðini.
Inntøkutrygdin
Málið um inntøkutrygdina er eitt ræðandi dømi.
Vinnan gekk við til at átaka sær at umsita og fíggja inntøkutrygdina við í mesta lagi 1% av avreiðingarvirðinum. Hetta varð tó ikki uttan treytir. Treytirnar vóru at vinnan afturfyri skuldi fáa betri og tryggari umstøður at virka undir. Hetta skuldi roknast sum eitt endaligt tilfeingisgjald, avmarkingarnar fyri landingum skuldu takast burtur, at heimaflotin skuldi hava loyvi til at virka veiðuna umborð. Hetta eru nakrar av tillagingunum, sum eru neyðugar.
Harumframt skuldi landskassin koma við 150 mió. kr. í stovnsfæi til nýggja Trygdar-grunnin.
Tá málið kom aftur úr løgtinginum, hevði eitt næstan einmælt ting samtykt, at gjaldið kann verða upp í 2% av avreiðingarvirðinum, ongin av treytunum hjá vinnuni varð tikin til eftirtektar, og landskassin kom bert við 50 mió. kr. í stovnsfæi.
Vinnan kennur seg slepta upp á fjall í hesum málinum, og tað er greitt, at vit í framtíðini ikki fara at gera líknandi avtalur við politisku skipanina.
Tilfeingisgjald
Tá uppskotið um at reiðaríini í 2011 skulu gjalda 2,5% í tilfeingisskatti av skattskyldugu inntøkuni omanfyri 1 mió. kr., varð samtykt í løgtinginum, roknaði vinnan við, at nú varð friður, í hvussu so er í ár.
Men so var ikki. Í fleiri mánaðir hevur tilfeingisgjald, tilfeingisskattur og tilfeingisbúð verið høvuðsevnið í politiska og almenna orðaskiftinum. Ein politiskur meiriluti hevur boðað frá, at eitt eyka tilfeingisgjald afturat í ár skal fáast burtur úr makrelkvotuni.
Eitt sjónarmið er, at tilfeingisgjald er neyðugt fyri at fáa vinnuna at verða meira lønandi. Tað er rætt, at stórir partar av flotanum hava brúk fyri at tillaga seg og fáa ein meira lønandi rakstur, men tað verður ikki gjørt við at áleggja eyka byrðar.
Fiskivinnan hevur brúk fyri at fáa víðari og tryggari karmar at virka undir. So kemur tillagingin og lønsemið av sær sjálvum, og tá verður ágóðin hjá landskassanum nógv størri, enn hann verður av einum tilfeingisgjaldi.
Tað er full semja um, at fiskivinnan fer ikki at góðtaka eitt tilfeingisgjald.
Aðrar leiðir at ganga
Tað eru fleiri aðrar leiðir at ganga, fyri at tryggja øllum landinum størri úrtøku úr fiskivinnuni. Víst hevur verið á, at vit helst kunnu fáa hundraðtals milliónir meira burtur úr stovunum undir Føroyum, um vit lata ungfiskin fáa frið at vaksa og ikki fiska hann, fyrr enn hann hevur gýtt fyrstu ferð og hevur vaksið seg til eina stødd, sum gevur munandi betri prís.
Hagtøl vísa, at seinastu árini hava útróðrarbátarnir í bólki 5 veitt umleið líka so stórt tal av toskum, sum trolararnir, línuskipini og garnabátarnir tilsamans. Men avreiðingarvirðið hjá útróðrarbátunum í bólki 5 er bert 40% av avreiðingarvirðinum hjá hinum bólkunum.
Her skal eisini havast í huga, at hinir bólkarnir hava brúkt meginpartin av sínum fiskidøgum, meðan útróðrarbátarnir í bólki 5 bert hava brúkt eina góða helvt av sínum, so her eru møguleikar fyri at økja royndina eftir smáfiski enn meira, nú toskastovnurin er í menning.
Her eiga myndugleikarnir beinanvegin at taka neyðug stig, og her hevði kanska eitt tilfeingisgjald á ungfiskin verið ein møguleiki fyri at avmarka veiðuna.
Politikararnir eiga at skapa góðar karmar
Teir støðugt hækkandi oljuprísirnir eru ein sera stór byrða hjá flotanum, men tað fáa vit onki gjørt við. Vit fáa heldur onki gjørt við teir skiftandi fiskaprísirnar. Tí er tað so umráðandi, at vit stýra tí væl, sum vit hava ræði á.
Uppgávan hjá politikarunum er at skapa góðar og tryggar karmar og at umsita okkara tilfeingi, so vit fáa sum mest burtur úr.
Viðgerðin av markelmálinum seinastu tíðina fær okkum at ivast í evnunum hjá politisku skipanini at skapa tryggar karmar. Næstan hvønn morgun, tú vaknar, er ein nýggj støða í makrelmálinum. Sum heild tykist óvissan um framtíðar umstøðurnar hjá fiskivinuni ongantíð at hava verið størri enn júst nú.
Tí óttast vit fyri framtíðini. 1. januar 2018 fella øll fiskirættindini burtur, og er tað átrokandi, at vinnan skjótt fær greið boð um, hvat fer at henda eftir 2018. Íløgur í fiskivinnuna eru langtíðar íløgur, og tí er neyðugt at kenna fyritreytirnar langt fram í tíðina.
Á fiskivinnutinginum í februar vóru boðini frá peningastovnunum púra greið: "Politiski váðin er í løtuni so stórur, at tað ikki er hugsingur um hjá peningastovnunum at fara undir at fíggja størri og betri fiskiskip. Fiskivinnan í dag er ikki serliga áhugaverd fyri peningastovnarnar at fíggja!"
Tað vóru ikki nógvir politikarar, sum møttu upp á fiskivinnutinginum, men hesin boðskapur átti at fingið onkrar klokkur at ringa.
Fiskivinnan hevur ikki brúk fyri fleiri byrðum. Vegurin at ganga fyri at fáa framt neyðugu tillagingarnar og økt lønsemi, er at geva vinnuni víðar og tryggar karmar at virka innan fyri.
-----------------
Føroya Reiðarafelag
Viberg Sørensen, form.
Føroya Fiskimannafelag
Jan Højgaard, form.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Eyðstein Djurhuus, form.
Maskinmeistarafelagið
Páll Hansen, form.