Tað var eitt sindur illfýsi, men gott lag, tá seinasta skotið í Dalstunlinum varð latið av. Á myndini er eitt nú Frits Poulsen, sum hevur verið við í fleiri tunnilsbyggingum.

Ikki óhugsandi at koyrast kann gjøgnum tunnilin í ár 

- Tað hevði verið fantastiskt, um Dalstunnilin varð farbarur, og vit sluppu undan Dalsbergi, áðrenn veturin veruliga kemur, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Tað var eitt sindur illfýsi, men gott lag, tá seinasta skotið í Dalstunlinum varð latið av. Á myndini er eitt nú Frits Poulsen, sum hevur verið við í fleiri tunnilsbyggingum.

Tá Dalstunnilin varð skotin ígjøgnum í fjør heyst, segði varaborgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Símun Hannus Johannesen, seg vóna, at tað ikki fer at taka so langa tíð, til tunnilin letur upp fyri ferðslu. Maðurin, sum sjálvur býr í Dali, fegnaðist, nú seinasta skotið varð latið av. Hann segði, at fólk í Dali fara at gleðast tvífalt, tá tunnilin letur upp alment. 

Tá roykur stóð út gjøgnum tunnilsmunnan í Dali henda dagin, vóru trý ár liðin, síðan fyrsta skotið í tunnilsbyggingini varð latið av. 

- Í Dali hava vit í nógv ár tosað um tunnil, og heilt afturi í áttariárunum vórðu savnaðar undirskriftir fyri at fáa tunnilsamband, segði Símun Hannus Johannesen og tók til, at tað verður ein Harrans lætti fyri fólk í Dali, sum hava sent síni børn gjøgnum Dalsberg, skjótt at kunna koyra ígjøgnum tunnilin. 

Tað er eingin, sum ivast í, at tað skilabesta er at fáa Dalstunnilin lidnan sum skjótast, soleiðis at sleppast kann undan vegnum gjøgnum Dalsberg. Vegurin er ikki tespiligur í hálku um veturin og leysum gróti, sum javnan rýður oman á vegin, bæði vetur og summar. 

Soleiðis, sum In.fo hevur skilt, er tað eitt mál hjá teimum, sum arbeiða í Dalstunlinum í dag, at fáa tunnilin so mikið lidnan, at koyrast kann hendavegin, áðrenn veturin kemur. Skal hetta eydnast, er í øllum førum neyðugt, at steðgur ikki kemur í arbeiðið, sum kom í gongd aftur í vár.

Tað er Dennis Holm, sum varar av samferðslumálum, og hann er avgjørt ikki negativur um, at hetta fer at lata seg gera. Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur latið Landsverk vita, at tað er hansara ynski, at Dalstunnilin verður gjørdur so farbarur sum gjørligt – og so skjótt, tað ber til.

Hann vissar tó um, at sjálvandi verður eingin tunnil latin upp, sum ikki er tryggur at koyra ígjøgnum, og soleiðis verður tað heldur ikki við Dalstunlinum.

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Dennis Holm sigur seg hava skilt, at arbeiðið í Dalstunlinum gongur væl. Arbeiðið at tryggja loft og veggir er komið rættiliga væl áleiðis og er næstan liðugt. Síðan skal gravast til kaðlar, og vegabreytin skal eisini gerast.

Helst skulu onkur arbeiði í samband við liðugtgerðina eisini bjóðast út. 

- Men, tað hevði verið fantastiskt, um Dalstunnilin var farbarur, og vit sluppu undan Dalsbergi, áðrenn veturin veruliga kemur, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum við In.fo.

Tað var eitt sindur illfýsi, men gott lag, tá seinasta skotið í Dalstunlinum varð latið av. Á myndini er eitt nú Frits Poulsen, sum hevur verið við í fleiri tunnilsbyggingum.

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.