Hóast umsóknarfreistin fyri langari tíð síðani er farin á Fróðskaparsetrið Føroyar, so ber enn til hjá fólkum, ið ynskja at fara undir víðari lesnað, at søkja upptøku á Setrið.
Fróðskaparsetrið boðar nevniliga frá í dag, at nøkur tóm pláss eru eftir til skúlaársbyrjan.
Til ber at søkja um upptøku til hesar útbúgvingar:
Bachelor í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini
Bachelor- ella masterlæru í politikki/umsiting á Søgu- og samfelagsdeildini
Masterlæru í søgu á Søgu- og samfelagsdeildini
Masterlæru í sosialvísindi, søgu ella politikki og umsiting á Søgu- og
samfelagsdeildini
MA í West Nordic Studies – Governance and Sustainable Management á Søgu- og samfelagsdeildini
BA (hjánám) ella MA í føroyskum á Føroyamálsdeildini
Farið verður undir lesnað í:
Orkuverkfrøði: mánadagin 17. August 2015.
Politikkur/umsiting, Søga og Sosialvísindi: mánadagin 7. September 2015.
Føroyskum: hósdagin 27. August 2015.
West Nordic Studies – Governance and Sustainable Management er júst byrjað.
Freistin at søkja er skjótast gjørligt.