Ikki pláss fyri 2. flokki á Frítíðarskúlanum

Yvir 300 umsóknir eru longu komnar inn til Frítíðarskúlan í Havn næsta ár, men pláss er ikki fyri meir enn millum 220 og 230 børnum. Pláss verður tí ikki fyri næmingum, sum byrja í 2. flokki eftir summarfrítíðina

Frítíðarskúlin varð fyri á fundi í Sosialunevnd í Tórshavnar býráð fyri umleið einum mánaði síðani. Støðan við teimum nógvu umsóknunum var til viðgerðar, og samtykt varð, at børn í forskúlanum og 1. flokki skulu fáa tey plássini, sum eru. Børn í 2. flokki sleppa bara inn um pláss eru eftir.


Koma helst fleiri umsóknir

Longu nú eru omanfyri 300 umsóknir komnar inn til Frítíðarskúlan Hetta er gott 50 fleiri umsóknir, enn tað sum komu inn í fjør. Tá vóru umsóknirnar 251 í tali. Umsóknarfreistin er heldur ikki úti enn. Heilt fram til skúlin byrjar aftur 17. august er møguligt at melda børn til Frítíðarskúlan.

Manbjørn Mortensen, samskipari av Frítíðarskúlanum í Havn sigur, at hvønn dag koma umsóknir inn, og hann væntar at tær verða fleiri um dagin, tá ið tað nærkast skúlabyrjan.

? Royndirnar frá í fjør vísa, at tað kortini eru nøkur, sum ikki taka av tilboðnum. Tey fáu, sum stóðu á bíðilista í fjør sluppu tí rættiliga skjótt inn, sigur Manbjørn.

Nakað annað er eisini tað, at fleiri gevast mitt í árinum við Frítíðarskúlanum. Tá ið vit byrjaðu í fjør vóru næstan 250 børn, men nú skúlaárið endar, eru tað komin niður móti 200 børnum í Frítíðarskúlanum.


Deildarleiðarar setir

Av teimum gott 300 umsóknunum, sum eru komnar inn higartil, ganga umleið ein triðingur av hesum í 2. flokki eftir summarfrítíðina. Talið á umsóknum eru ójavnar til hvønn einstakan skúla, og tí er kann tað eisini verða lættari at fáa pláss á summum skúlum í mun til øðrum.

Allir seks skúlarnir í Havn hava Frítíðarskúla. Frá 30 upp til 50 børn eru á hvørjum Frítíðarskúla. Tey verða heintaði eftir skúlatíð og kunnu vera í Frítíðarskúlanum til klokkan 17.00. 26 fólk arbeiða burturav umleið 30 tímar um vikuna við Frítíðarskúlanum.

Manbjørn hevur síðani Frítíðaraskúlin byrjaði fyri tveimum árum síðani, umframt at verið samskipari av skúlanum, eisini havt tað pedagogisku og fíggjarligu ábyrgdina av Frítíðarskúlanum. Nú er ein deildarleiðari settur á hvørjum skúla, sum skal taka yvir fíggjarligu og pedagogisku ábyrgdina.

Skipanin við Frítíðarskúlanum er á sama hátt, sum við barnagarðum og vøggustovum, tá ið tað ræður um, hvør skal gjalda. Tað vil siga, at kommunan og landið gjalda hvør síni 35 %, meðan foreldrini rinda tey síðstu 30 %. Gjaldið hjá foreldrum hevur síðsta árið verið 650 krónur. Tað verður nakað hægri næsta ár, sigur Manbjørn.


Foreldrini mugu finna aðrar loysnir

? Starvsfólkini á Frítíðarskúlanum, eru sjálvandi kedd av at missa børnini, sum nú fara í 2. flokk. Vit eru komin at kenna tey væl, hava fingið eitt persónligt samband til tey og vildu gjarna eisini havt tey longur.

? Men støðan er soleiðis, at tíverri eru ikki pláss til meir enn millum 220 og 230 børn. Hølisviðurskiftini hava gjørt, at tað hevur verið neyðugt at skorið niður á talið í mun til tey 250, sum hava verið í farna skúlaári.

? Støðan er tískil tann, at vit ikki hava nakað tilboð til næmingar í 2. flokki. Foreldrini mugu tí sjálvi finna aðrar loysnir.

Býráðið hevur eisini sett ein arbeiðsbólk, sum skal viðgerða forskúlan, fólkaskúlan og frítíðarskúlan. Tilmæli kemur í heyst.

Býráðið hevur við hesum heldur valt at steðgað upp fyri at finna út av, hvussu framtíðin við Frítíðarskúlanum skal verða, og at fáa skipað betri viðurskifti.


Arbeiða við Frítíðarskúla í Klaksvík

Frítíðaskúlin í Havn skal eftir summarfrítíðina byrja á triðja ári. Enn er Frítíðarskúli ikki aðrastaðni í landinum, men Klaksvíkar Kommuna arbeiðir við málinum.

Kristianna Johannesen, dagrøktarleiðari í Klaksvíkar Kommunu sigur, at tað verður roynt at byrja ein Frítíðarskúla nú næsta skúlaár, men arbeiðið er ikki komið so langt enn, og tí hava tey ikki nakað klárt enn.