Ikki ráð at lata vera

Føroya Felag móti Krabbamein metir koppsetingina móti HPV virussinum vera av alstórum týdningi. Krabbamein hevur bæði menniskjansligar og peningaligar avleiðingar við sær, og tí hevur landið ikki ráð at lata vera við at koppseta móti sjúkuni

Tølini yvir kvinnur, ið gerast sjúkar av krabbamein í lívmóðurhálsinum, eru høg í Føroyum, samanborið við okkara grannalond. Hví er óvist. Men Føroya Felag móti Krabbameini vísir á, at tað er av alstórum týdningi at føroyskar gentur vera koppsettar móti HPV virussinum, ongantíð ov tíðliga. Ein millión er fyribils sett av á fíggjarlógini, men kunngerðin er ikki komin enn, sum sigur hvussu farast skal til verka.

- Føroya Felag móti Krabbameini mælir til at 12 ára gamlar gentur vera koppsettar, umframt uppfylging av aldursbólkinum gentur 13-15 ár. Men av tí at bert tann eina milliónin verður sett av, er tað kanska skilabest at taka tær 13-15 ára gomlu fyrst, og síðani at fara í holt við tær 12 ára gomlu frá næsta ár, sigur Jansy Gaardlykke, dagligi leiðarin á Føroya Felag móti Krabbameini.

HPV koppsetingin verjir mótir tveimum av sløgunum av HPV virussinum, sum koma oftast fyri í krabbameinstilburðunum í lívmóðurhálsinum. Krabbamein í lívmóðurhálsinum rakar oftast ungar kvinnur, yngri enn 45 ár. Sum er, kunnu gentur lata seg koppseta móti virussinum, men hendan koppsetingin kostar á leið 3-4.000 krónur.

- Tað ger, at tað eru bert tey vælbjargaðu hava ráð til koppsetingina, og tað er ikki rætt. Við tað at mann letur hesa koppsetingina ókeypis til allar gentur, sparir landið í seinna enda nógvan pening í viðgerðum. Harafturat hevur krabbamein stórar menniskjansligar avleiðingar fyri familjulív. Alt talar sostatt fyri ókeypis koppseting av ungum gentum. Vit hava snøgt sagt ikki ráð at lata vera, sigur Jansy Gaardlykke.