Næmingar við serligum tørvi eiga at verða savnaðir í serflokkum á teimum stóru skúlunum kring landið Tað heldur Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya Lærarafelag. Hann staðfestir , at sum støðan er í dag, fáa næmingar við serligum tørvi kring landið bara ein triðing av undirvísingini, teir hava brúk fyri til, tí játtanin til sernám røkkur ikki longur. - Hetta er ein veruleiki, ið skúlarnir og næmingarnir hava livað við í nógv ár, sigur hann við Skúlablaðið. Men hann heldur samstundis, at henda støða kann ikki halda fram og tískil er neyðugt at umskipa økið. Hann er sannførdur um, at sum játtanin er nú, verður neyvan rokkið á mál, men hann heldur eisini, at tað átti at borið til at umskipa serøkið soleiðis, at tímarnir nøkta tørvin í størri mun. Tí heldur hann at tað eigur at bera til at savna næmingar við serligum tørvi í serflokkar á teimum størri skúlum. Tá heldur næstformaðurin í Lærarafelagnum, at meiri fæst fyri pengarnar. - Á tann hátt kundi ein skúklatími hjálpt fleiri næmingum samstundis, uttan at støðið versnaði, sigur hann við Skúlablaðið. - At undirvísia trimum næmingum, ið eru á sama menningarstigi, er ikki nógv torførari enn at undirvísa einum. Til tíðir kann tað vera meiri gevandi, tí næmingarnir fáa betri hug, tá teir eru í einum tillagaðum bólki, leggur hann afturat. Hann heldur, at Sernám átti at greitt foreldrum frá veruleikanum og víst teimum á, hvørji fyri skúlatilboð tey hava. - Síðani átti tað at staðið foreldrnum frítt at velja, hvønn skúla teirra barn skal ganga í. - Bygdaskúlin hevur sínar fyrimunir og tann størri skúlin við serflokkum, hevur sínar fyrimunir. Foreldur áttu at sloppið undan at gjalda fyri skúlatilboð hjá aðrari kommunu, so støðan verður tikin út frá barnsins besta og ikki út frá pengapunginum. - Kravið er tó, at vit góðtaka at tilboðið møguliga liggur 20 minuttir frá heimstaðnum, leggur hann afturat. Hann heldur, at ein stórur skúli, við skipaðum serflokkum, kann bjóða næmingunum, tillagaða undirvísing, har næmingurin ein part av skúlatíðini, er saman við næmingum á sama førleika- og menningarstigi, sum hann sjálvur. Samstundis fær næmningurin undirvísing frá lærarum við viðkomandi útbúgvingum, umframt góð høli við øllum hentleikum. |