Umsíðir eydnaðist at fáa hetta uppskotið frá Føroya Landsstýri til løgtingslóg um javning av almannaveitingum fram á løgtingsborð til 1. viðgerð. Hetta er ikki nakað nýtt uppskot, tað eitt av teimum nógvu úr tí stóra og so gitna arvinum frá undanfarna landsstýri. Tí kann tað eisini undra at tað skuldi taka so langa tíð at fáa hetta framaftur úr rúgvuni. Men betur seint enn ongantíð. Og fer alt at ganga væl í hond í nevndarviðgerðini, so skuldi borið til at fingið hesa prístalsreguleringina ella javningina setta í verk frá árskiftinum, so sum lagt er upp til.
Uppskotið snýr seg um meir enn bert at javna
Lógaruppskotið tykist einfalt. Men tað kann man verða snýttur av, tí mótvegis tí sum yvirskriftin í lógaruppskotinum sigur, snýr tað seg ikki um bert eitt mál, nevnliga javning av almannaveitingum. Tað snýr seg í veruleikanum um tvey mál:
1)Javningin ella prístalsreguleringin av almannaveitingunum, umrødd í greinunum 2 og 4-6, og
1)Sjálvar upphæddirnar, pensións- og veitingarupphæddirnar, tí at seta hesa lógina í verk merkir samstundis at staðfesta sjálvar upphæddirnar í veitingunum, so sum tær eru ásettar í grein 3 í lógaruppskotinum.
Rætta yvirskriftin fyri lógaruppskotinum hevði tí verið: ?Áseting av upphæddum og javning av almannaveitingum?. Tískil skal Javnaðarflokkurin longu nú boða frá at í hesum týdningi fara vit at viðgera hetta lógaruppskotið.
Fyrst um sjálva reguleringina ella javningina.
Ætlanin er at javna almannaveitingarnar eftir øðrum reglum enn gjørt verður í Danmark, har man frá 1.7.1991 fór at regulerað eftir einum serligum ?satsreguleringsprosenti?. Hetta er ikki eitt prístal, men eitt serligt lønarindex, íð verður regluliga útroknað við støðið í gongdini í lønunum hjá donskum LO-arbeiðarum, og so brúkt sum reguleringsindex til almannaveitingarnar.
Man kundi spurt, hví vit ikki skulu regulera ella javna pensiónir og aðrar almannaveitingar eftir onkrum indexi fyri lønargongdina í Føroyum heldur enn eftir einum indexi fyri prístalsgongdina. Tí eftir at prístalsreguleringin av lønum var tikin av í 1990 verða ongi inntøkuviðurskifti í Føroyum longur javnað eftir prístalinum.
Lønarindex
Hertil er fyrst at siga, at vit kenna bara lønirnar sum sáttmálalønir, og tað er jú tann avgjørda lægsta lønin. Tann veruliga lønargongdin kann gott verða ein onnur - tað sóu vit nógv til í 80?unum, og tað fara vit at síggja enn meira til tá oljuvinnan fer at stýra lønarlagnum í Føroyum.
Fyri tað næsta kann eitt lønarindeks uppaftur minni sigast at lýsa gongdina í inntøkuviðurskiftunum: Tí tey, sum eru í vinnuførum aldri og hava fullan vinnuførleika, tey kunnu regulera ella ávirka teirra inntøku við at arbeiða meira ella minni, við yvirarbeiði, við eykaarbeiði, við at skifta arbeiði, tey kunnu avansera ella fara upp í løn við betri útbúgving ella bara við ansienniteti. Alt hetta kann ein pensionistur jú vanliga ikki. Tí verður ein binding av almannaveitingum til eitt lønarindex í veruleikanum ein binding til eina undirjavning eftir gongdini í teirri avgjørdu lægstu lønini.
Prístalið sum javningarindex
Tí er tað rætt, sum skotið verður upp, heldur at javna eftir gongdini í prístalinum - sjálvt um hetta heldur ikki er uttan trupulleikar. Okkara brúkaraprístal hevur jú verði fyri nógvum og hørðum atfinningum gjøgnum árini. Høvuðsatfinningarnar hava verið vendar móti nýtsluvektunum í prístalinum, íð ikki eru endurskoðaðar síðani prístalsgrundarlagið upprunaliga varð lagt í 1972-75. Nógvar vørur og tænasatur, sum framvegis eru við í prístalsútrokningini, eru í størri ella minni mun horvnar úr nýtsluni hjá vanliga húsarhaldinum tey seinastu 25 árini , samstundis sum fleiri nýggjar vørur og tænastur eru komnar síðan, sum ikki eru við í prístalsútrokningini. Við øðrum orðum er nýtslan hjá føroyska húsarhaldinum munandi broytt síðan fyrst í sjeytiárunum, og allarmest hvat samansetingini av nýtsluni viðvíkur.
Fyri bert at nevna ein vørubólk, sum funnist hevur verið at, kann nevnast bólkurin ?Býli?. Fyri 25 árum síðani var hesin postur settur til 11 % av húsarhaldsútreiðslunum. Og enn í dag telir hesin postur við somu vekt í prístalinum. Tað munnu verða fáar familjur hvar íbúðar- ella húsaútreiðslurnar bert taka 11 % av øllum útreiðslunum! Umframt hetta kann nevnast at í postin ?býli? telja ikki húsaleiga, grundstykkjaprísir ella fíggingarútreiðslur - men einans útreiðslur av byggitilfari so sum brettir, máling og sement.
Men hetta prístalið er tað einasta vit hava og sum er alment góðtikið. Og solongi løgting og landsstýri ikki hava hildið tað verið neyðugt at gera eitt nýtt prístalsgrundarlag, er hetta prístalið politiskt góðtikið at brúka sum indeks fyri gongdina í brúkaraprísum í Føroyum. Og tískil eisini til at javna m.a. almannaveitingar eftir.
Tað er upp á tíðina at javningin verður sett í verk
Tað er annars upp á tíðina at javningin av almannaveitingunum verður sett í verk, tí tað eru aftur við at gerast dýrtíðir. Gongdin í prístalinum, sum tey 4 árini 1994-97 vísir ein javnan dýrtíðarvøkstur uppá 2-3 % árliga, tað vísir seg nú at leggja seg á tað dupulta, um stívliga 5% árliga. Og tað er rættiliga nógv.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýriskonan, at vantandi verður fyrstu ferð tann 1. febr. javna við 5,1 %. Út frá hesum kunnu vit so rokna, at tann mánaðarliga hækkingin í grundarupphæddini hjá hjúnum verður 160 kr. fyri hvønn, og hjá støkum verður hækkingin 201 kr. Pensiónsviðbótirnar hækka samsvarandi við ávikavist 47 kr og 31 kr. um mánaðin.
Sjálvandi kann einhvør skilja ta misnøgd og vreiði sum pensionistar kenna, um hetta verður tann bitin, sum verður blakaður teimum, serliga tá alt tað hálvársgamla valfleskið verður havt í huga.
Ikki minni órættvíst man tað kennast, tá vit rokna eftir hvussu nógv pensionstarnir áttu at fingið, um pensiónirnar vóru javnaðar øll árini frá 1994 til í ár. Prístalsvøksturin síðani tá er 17%. Tað hevði svarað til eina javning, sum hevði økt grundarupphæddirnar + viðbøturnar fyri hjún við 701 kr. hvør og fyri støk 787 kr.
Men vit eiga ikki at blaka pensionistunum steinar fyri breyð!
Fyri Javnaðarflokkin er tað púra greitt, at vit vilja ikki verða við til at blaka pensionistunum steinar fyri breyð! Annað er tað jú ikki, um hesar 150-200 kr skulu verða alt tey fáa, inntil einaferð um langsamiligar tíðir, tá eitthvørt slag av sokallaðum pensiónsreformi fer at koma undan kavi. Líka so vist sum at vit halda tað verða eina sjálvfylgju at seta javningina av almannaveitingunum í verk beinanvegin, líka so vist er tað, at Javnaðarflokkurin fer ikki at taka undir við grein 3 í lógaruppskotinum, sum ásetir, at ongar hækkingar skulu gerast í sjálvum pensiónsupphæddunum frá 1. juli 1993. Við øðrum orðum, at einasta hækkingin skal verða hesar 200 kr uppá pensiónirnar frá 1993.
Broytingaruppskot verður framlagt um hækking av pensiónunum!
Javnaðarflokkurin skal tí longu nú boða frá, at tá málið verður beint í Trivnaðarnevndina, fer Javnaðarflokkurin at seta fram broytingaruppskot til uppskotið hjá landsstýrinum. Javnaðarflokkurin fer at skjóta upp, at so sum allir flokkar lovaðu undan valinum, skal nú gerast álvara úr at fremja eina munandi hækking av pensiónsupphæddunum, umframt at prístalsjavningin verður sett í verk. Vit vilja útvega okkum tær neyðugu upplýsingarnar um hvat tað fer at kosta at hækka pensiónirnar so og so nógv. Og hvussu hækkingin í størstan mun kann koma teimum til góðar, sum hava størstan tørvin á eini veruligari hækking. Tað er t.d. mest sannlíkt, at hækkingin eigur at verða løgd á pensiónsviðbótina, so hon veruliga kemur teimum til góðar, sum ongar aðrar lønar ella eftirlønarinntøkur hava, og sum bara hava almannapensiónina at liva av. Tað er tó eisini hugsandi, at ein hækking kann gerast sum ein kombinerað hækking í viðbótum og hækking av markinum fyri nær pensiónin verður regulerað fyri aðra inntøku.
Er nøkur skomm skøpt í tingmonnum, skuldi tað verða ikki verði nakar trupulleiki at fingið eitt uppskot sum hetta ígjøgnum, ella okkurt líknandi uppskot frá øðrum, men sum miðar eftir tí sama.
Hans Pauli Strøm, tingmaður Javnaðarfloksins