Í báðum førum er talan um sonn brøgd, at menn eru við í kappingini. Pál Joensen er also nummar sjey í heiminum, meðan Gunnar Nielsen spældi í tá besta felagnum í Onglandi.
Orsøkin til hetta glepsið er, at U21 landsliðið í vikuni fær vitjan av Írlandi. Føroyska U21 landsliðið hevur í fleiri førum framt fleiri góð avrik og fingið úrslit, sum eru væl betri enn tað vit eru von við í altjóða fótbólti.
Hvør minnist ikki 1-0 sigur á Russlandi, sum helst er best kenda úrslitið hjá U21 landsliðnum. Í hvørjari undankapping hava U21 landsliðið bramt okkurt slag av bragdi. Hendan undankappingin er ongin undantøka. Vit hava longu spælt 2-2 móti eini sterkari fótbóltstjóð sum Rumenia, har vit samanlagt vóru minst líka góðir sum gestirnir.
Nú kemur Írland á vitjan og tað er skjótt, at vónirnar ikki samsvara við veruligu styrkina á føroyska U21 landsliðnum. Tí er týdningarmikið, at viðhaldsfólk hjá føroyska U21 landsliðnum ikki venja seg við góðu úrslitini, men halda fram við at stuðla ungu monnunum, ið eru framtíðin hjá føroyskum fótbólti.
Tí er mín vón, at tað mikukvøldið sita nógv fólk á Svangaskarði og rópa og stuðla føroyska U21 landsliðnum.
Vit hava eisini sæð bæði U17 landsliðið og U15 landsliðið fingið góð úrslit í kappingum uttanlands, so vónandi heldur góða gongdin hjá U21 landsliðnum fram.
Men minst nú til, at vit ikki mugu gloyma hvørjar fortreytir við hava í føroyskum ítrótti. Tí er tað flott hvørja ferð føroysk ítróttarfólk standa seg væl í altjóða kappingum.
So gloymi ikki at stuðla røsku ítróttarfólknum!