ILA-koppseting er ongin loysn í sjálvum sær

Koppseting ímóti ILA er onki gandaorð, men tvíeggjað svørð.Onki góðkent koppongarevni er og talan verður um eitt slag av royndarætlan. Eisini eru tað bert Canada og USA, sum koppseta, so alarar á okkara leiðum nýta kanska møguleikan at sleppa av við ein kappingarneyta, sigur landsdjóralæknin um støðuna í alivinnuni. - Halda vit, at bert vit koppseta fik, so er alt loyst, so verða vit skuffað, sigur Bjørn Harlou.

Um ES gevur loyvi til koppseting ímóti ILA, so hendir tað í fyrsta lagi einaferð í heyst, men so gongur rúm tíð, áðrenn koppsett smolt kann setast út, so tað er ikki fyrr enn einaferð komandi vár, at vit tosa um veruligu ávirkanina.
Hetta sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni, sum leggur afturat, at vónin er, at loyvið frá ES kemur í heyst, men at hetta sostatt ikki er heilt víst.

Ikki gandaorð
Hóast tað síðstu tíðina hevur ljóðað frá kreppuraktu alivinnuni, sum er koppseting ímóti ILA-sjúkuni einasta loysn og eitt satt gandaorð, so er hetta ikki veruleikin, sambært landsdjóralæknanum.
Men um koppseting ikki er veruleiki fyrr enn komandi vár, hvussu nógv er tá eftir av alivinnuni í Føroyum.
- Trupuleikin vit hava er ILA-sjúkan og ein trupulleiki, sum vit hava havt longri enn ILA, nevniliga BKD, ið er eitt slag av nýrasjúku, sigur Bjørn Harlou.
- - Nú skal eg ikki koma við eini fíggjarligari meting, tí tað er ikki til mín at meta um, men støðan er ikki ljósareyð, sigur Bjørn Harlou.
- - Men koppseting er ikki nøkur loysn í sjálvum sær, men er bert eitt amboð, sum vit kunnu taka í nýtslu, sigur landsdjóralæknin, sum harvið skumpar av vegnum allar vónir um koppseting sum eitt satt gandaorð og endaliga loysn.
- - Koppseting merkir ikki, at fiskur ikki gerst sjúkur ella kann smitta annam fisk, altso eru smittuberari, men fiskur doyr tó ikki, er hann koppsettur.Esini er munur á sjúkum og á koppsetingarevnum, so hetta er ein fløktur trupulleiki, viðgongur Bjørn Harlou.
- - Halda vit, at bert vit koppseta fisk, so er alt loyst, so verða vit skuffað, sigur Bjørn Harlou.
- -Talan er í veruleikanum um tvíeggjað svørð, tí sjálvsagt bøtir um at koppseta,men við koppsetingini er eisini verri at vita, hvar smittan er, so koppsett verður helst í tveimum fremleiðsluumførum og so verður mett um, sigur Bjørn Harlou.

Onki góðkent koppingarevni
Vit hava útflutt sjálvdeyðan fisk til ES, sum skal góðkenna koppsetingina í Føroyum. Fær hetta ávirkan á støðuna?
- Teir, ið taka avgerðirnar eru helst somikið at sær komnir, at teir gera tað á sakligum grundarlag, men eg vil siga tað soleiðis, at hetta fremur ikki okkara søk, staðfestir landsdjóralæknin.
- - Tað er bert í Canada og í USA, at koppsett verður innan alivinnu. Tað er tí ikki óhugsandi, at framleiðarar á okkara leiðum fara at nýta møguleikan at sleppa av við ein kappingarneyta. Harafturat finst onki góðkent koppingarevni, so vit mugu gera eitt slag av verkætlan, talan verður um eina stóra feltroynd og tí mugu vit eisni vera varin og ikki gera okkum ov høgar vónir, tí ongin kennir útfallið, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni.
- - Koppingarevnið í Canada til dømis, er gjørt til canadisku virusstammuna, sum er heilt øðrvísi virus, enn tað vit síggja her hjá okkum. Talan er um nógvar ótryggar faktorar, tá vit tosa um ILA-sjúku og koppseting, sigur Bjørn Harlou, sum staðfestir, at koppseting í sær sjálvum er ikki endalig loysn og als einki gandaorð.
- - Koppseting í sær sjálvum ger ikki munin. Onnur tiltøk eru av stórum týdningi. Tá smitta er, so er skjót útslakting neyðug, so smitta ikki verður millum ættarliðini. Brúkini mugu liggja brakk, talan má vera um tað, ið tey aðrastaðni kalla "alt út, alt inn".
- - Hví verður tað ikki gjørt í dag, um tað er hetta, sum hevur størsta týdningin?
- - Tað verður gjørt,men alibrúkini liggja síðu um síðu og ymsir eigarar eru, og tað er ikki altíð, at gingið verður í takt, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni.