Illi venjarin givin

Tey, sum hava sæð russiska kvinnulandsliðið í hondbólti spæla, hava uttan iva lagt merki til venjaran Jevgenij Trefilov, sum er kendur fyri sítt illsinni og fyri at siga spælarunum sína hjartans meining. Men nú hevur russiska hondbóltssambandið gjørt av at steðga samstarvinum við Trefilov.

 

Trefilov hevur rokkið sera góðum úrslitum við teimum russisku hondbóltskvinnunum, sum undir hansara leiðslu vunnu heimsmeistaraheitið í 2001, 2005, 2007 og í 2009. Á teimum olympisku leikunum í London í summar tapti Russland fjórðingsfinaluna ímóti Suðurkorea, og tá segði Trefilov, at hann fór kanska at gevast. Nú er avgerðin so fallin, og sambært russiskum fjølmiðlum ætlar hondbóltssambandið at finna ein útlendskan venjara, sum skal taka sær av kvinnulandsliðnum burturav.

 

Umframt kvinnulandsliðið hevur Jevgenij Trefilov vant russiska felagið Lada, og hann hevur ofta verið lagdur undir at taka spælarar hjá tí felagnum fram um spælarar hjá øðrum feløgunm til landsliðið.