Eitt lítið lágtýst elvdi í dag til illveður í Danmark við nógvum vindi Danska veðurstovan sigur, at tann mesti vindurin var við jútsku vesturstrondina og á Sælandi. Í Norðurjútlandi elvdi vindurin til flóð í Limfjørðinum.
Við Røsnæs á Vestursælandi var meðalvindferðin 24,2 metrar um sekundið, og í hvirlunum var vindferðin upp í 35 metrar um sekundið. Soleiðis var eisini við Thorsminde á jútsku vesturstrondini.
Løgreglan í Keypmannahavn hevur fingið næstan 100 fráboðanir um vindskaða, men sum skilst er ikki talan um álvarssamar skaðar. Tann nógvi vindurin hevur eisini havt við sær, at fleiri av teimum minnu ferjunum hava avlýst sínar ferðir í dag, sigur danska kringvarpið.