Talv
Endiliga eydnaðist tað føroyingi at vinna sær ein IM-norm í kapping í Føroyum. Teir normar, sum Flóvin Tór Næs, John Arni Nilssen og Heini Olsen eiga, eru allir komnir til høldar í kappingum uttanlanda. Kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen skrivaði tí søgu á Tvøroyri á jóansøku.
Stór succes
1st Suðuroy International var ein succes á fleiri økjum. Talvliga succcesin varð sjálvsagt, at ein føroyingur vann kappingina og ognaði sær ein norm, umframt at ein ungur dani somuleiðis vann sær ein norm.
Men kanska størsti vinningurin er, at altjóða sterkar talvkappingar helst verða afturvendandi í Suðuroy. Høvusstuðlarnir, Suduroyar Sparikassi, Tvøroyrar Býrád og Vágs Býrád, eru nevnliga á einum máli um at studla tiltakinum aftur komandi ár. Tá verður farið til Vágs at telva 2nd Suduroy International. Kappingarfyrireikarin Rani Nolsøe fegnast stórliga um samarbeiðið.
- Á hendan hátt verdur eitt gott og positivt ljós sett á føroya vakrastu oyggj, Suðuroynna, sum serliga seinasta árið hevur verid fyri skotum og lýst negativt í fjølmiðlum, segdi Rani á hugnaligu endahátidini leygardagin.
Hjástødd á endahátiðini vóru millum annað borgarstjórarnir á Tvøroyri og í Vági og stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn. Søren nýtti høvið at takka fyrireikarunum og telvarunum fyri kappingina og dagarnar á Tvøroyri. Hann frøddist um normin hjá Hans Kristiani og endaði við at siga, at umframt at stuðla kappingini komandi ár, vil Suðuroyar Sparikassi eisini stuðla teimum sum kundi hugsað sær at sett talvfelag á stovn í Suðuroynni.
Føroyingar væl við
Tad var annars John Arni Nilssen sum byrjaði kappingina best av føroyingunum. Eftir trý umfør var John Arni á odda við 2,5 stigum, men tapti síðani oddabrakið móti 17 ára gamla Jacob Vang Glud, og reistist hann tíverri ikki aftur eftir hetta.
Hinvegin helt Hans Kristian á við frálíkari telving og góðum sigrum. Undan seinastu tveimum umførunum skuldi Hans Kristian hava eitt stig fyri at ogna sær normin. Í 8. umfari tapti hann eitt spennandi talv móti Emil Hermansson og tí varð kravið ein sigur móti Ólavi Simonsen í seinasta umfarinum. Sum ætlad so gjørt. Rættiliga tíðliga fekk Hans Kristian vinnandi fyrimun og hóast hann kundi kvett høvdið av Ólavi beinanvegin í midspælinum, vann Hans Kristian loksins talvið trygt.
6,5 stig, kappingarsigur og IM-normur. Eitt satt bragd av 21 ára gamla kollfirðinginum. Sjálvur skilti Hans Kristian ikki heilt hví tad gekk so væl hjá honum á Tvøroyri.
- Eg helt meg undan kappingina ikki vera í serliga góðum formi og havi heldur ikki telvað nakað serligt seinastu tveir mánaðirnar, segði fegni vinnarin eftir kappingina. Hans Kristian hevur ikki nakrar ávísar talvætlanir beint nú, men ivaleyst fer hann út í verðina at royna eydnuna skjótt og vinna sær fleiri normar. Møguliga luttekur hann í 4th Klaksvík International, sum eftir ætlanini verður tíðliga í heyst.
Jacob V. Glud hevði eina óføra kapping. Hann er serliga stinnur í fløktum støðum, har hann veruliga gagnnýtir síni góð roknievni. Einans nøkur fá mótstødustig viðførdi, at ungi danin mátti taka til takkar vid einum 2. plássi, hóast eins nógv stig sum Hans Kristian. Jacob hevur nú tveir IM-normar.
Emil Hermannson, John Shaw og okkara egni John Rødgaard vóru við í toppstríðnum leingi. Emil fór skutin framum Shaw og Rødgaard og fekk 6 stig og 3. plássið. Hægstrataði skotin er valla nøgdur vid 4. plássið, sum hann býtti vid Rødgaard, ið hinvegin var nøgdur vid síni 5,5 stig. Bádir vunnu tvey talv og leikti sjey javnleikir.
Sjúrður prógvaði sítt talent
John Arni og Carl Eli N. Samuelsen býttu 6. plássið vid 4,5 stigum. Hetta kann John Arni, ið var triðhægst styrkismettur, sjálvsagt ikki vera heilt nøgdir vid. Hinvegin var 50% skoran hjá Carl Eli í sínum elddópi í IM-kapping á góðari leið.
Oksana Vovk segdi seg eftir kappingina vera nøgd við 3 stig. Og tó, hon helt sín "endaspurt", har hon einans fekk hálvt stig í seinastu fýra umførunum, vera vánaligan. Men hon vinnur sær nøkur ratingstig kortini og tá kann úrslitið ikki vera av leið.
Tvøroyradrongurin Sjúrður Thorsteinsson leikti fýra javnleikir og tapti fimm talv, og tað er í roynd og veru eitt heilt gott úrslit. Sjúrður er fullkomiliga óroyndir í slíkum kappingum og hevði eisini nógv tað veikasta ratingtalið, men kortini gav hann fleiri telvarum dygga mótstøðu. Eitt nú var hann tætt vid at vinna á Hermansson, men tók til takkar við ævigum skáki og harvið einum flottum javnleiki.
Ilt er at siga hví tað gekk so mikid illa hjá Ólavi Simonsen. Hann endaði isoleraður í botninum við bert einum stigi. Ólavur fekk einki at rigga á Tvøroyri, og tá hann í summum talvum stóð væl, fann hann ikki rætta vegin fram. Vit hava brúk fyri einum sterkum Ólavi Simonsen í føroyskari topptelving aftur. Vónandi reisist hann skjótt úr skugganum aftur.
Ein spennandi og væl fyrireikað kapping er av. Vónandi hava suðringar nú fingið eitt sindur av talvi í æðrarnar aftur.
Endaliga støðan
Rk. NavnLandELOStig
1 Simonsen Hans KristianFAI23176.5
2FMGlud Jacob VangDEN23196.5
3IMHermansson EmilSWE24326.0
4IMShaw JohnSCO24545.5
5 IMRødgaard JohnFAI23315.5
6FMNilssen John ArniFAI23724.5
7 Samuelsen Carl Eli NolsøeFAI22384.5
8WIMVovk OksanaDEN21223.0
9 Thorsteinsson SjúrðurFAI02.0
10 Simonsen ÓlavurFAI22541.0