IMF væntar minni búskaparvøkstur í 2009

Allur vøksturin í heimsbúskapinum í 2009 stavar frá vøkstri í menningarlondum sigur IMF, sum hevur lækkað sína samlaðu forsøgn fyri búskaparvøkstur í 2009 0,8%-stig síðan oktobur í ár. Nýggjastu tølini vísa, at búskaparvøksturin í heiminum undir einum verður umleið 3,7% í 2008 og umleið 2,2% í 2009. Í oktober í ár metti IMF, at búskaparvøksturin í heiminum fór at vera umleið 3% í 2009. Miðaltalið á 2,2% fyri 2009 fjalir ein stóran mun á búskaparvøkstrinum í ídnaðarlondum og menningarlondum. IMF væntar at búskapirnir í ídnaðarlondunum fara at minka 0,3% í 2009 og ein búskaparvøkstur á 5,1% í menningarlondum.


Kelda: Landsbanki Føroya