IMF ávarar USA

Tað er neyðugt at hækka skattin í USA og at skerja útreiðslurnar á fíggjarlógini, um landið ikki skal koma í fíggjarligt óføri. Tað sigur stjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Christine Lagarde.

Tað stendur í botni millum Barack Obama, forseta og teir republikonsku leiðararnar í Kongressini, tí teir kunnu ikki semjast um, hvussu landið skal sleppa undan teimum sjálvvirkandi sparingunum og skattahækkingunum upp á tilsamans 600 milliardir dollarar, sum koma í gildi á nýggjárinum, um partarnir ikki semjast um okkurt annað.

Christine Lagarde sigur við sjónvarpið CNN, at tað verður ein hóttan ímóti amerikanska búskapinum og heimsbúskapinum sum heild, um politikararnir ikki kunnu semjast.

-Tað besta er at finna eina loysn, sum gevur størri inntøkur, tað vil siga skattahækking ella nýggjar inntøkur saman við sparingum á fíggjarlógini, sigur IMF-stjórin.