India hug at geva Pakistan skyldina

Indisku myndugleikarnir siga seg hava prógv fyri, at yvirgangsmenninir, sum framdu atsóknirnar at Mumbai, hava tilknýti til Pakistan Tað segði indiski uttanríkisráðharrin, Pranab Mukherjee, við tíðindastovuna Reuters fyrrapartin.

-Tey fyrstu prógvini benda á, at kreftir við tilknýti til Pakistan eru uppi í yvirganginum, segði ráðharrin.

Pakistanska stjórnin hevur sagt, at hon hevur einki við yvirgangin í Mumbai at gera.

Pakistanski uttanríkisráðharrin, Shah Mehmood Qureshi, hevur tvørturímóti skotið upp, at India og Pakistan hjálpa hvør øðrum at berja teirra felags fígginda niður, sum hann tók til.

Hann ávaraði samstundis indisku stjórnina ímóti at gera málið politiskt.