Verkfallið
?Politiatsóknin mikukvøldið var ein ráðagerð. Men vit fara ikki at bakka fyri slíkum ágangi.
Ingeborg Vinther, forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, er rættiliga illa við av, at løgreglan skuldi finna uppá at søkja at vegabyrgingunum ymsastaðni í landinum, so at ferðslan aftur sleppur at ganga sum vant.
Hon sigur, at hetta er ein ráðagerð, sum Føroya Landsstýrið og arbeiðsgevararnir hava bílagt.
?Men hetta er ikki fyrstu ferð, at løgreglan letur seg misbrúka av makthavarunum og rennur ørindi fyri arbeiðsgevaran ímóti verkafjøldini, sigur hon.
?Tað, sum hendi mikukvøldið, minti ikki sørt um støðuna í londum við hernaðarstýri, tí løgreglan var bæði vápnað og hevði hundar við, umframt at hon longu hevði bílagt sjúkrabil at standa til reiðar.
Hon sigur eisini, at langt út á kvøldið vóru limir í verkafeløgunum, sum høvdu verið verkfalsvakt, forfylgd av løgregluni, sum eisini tók rúsdrekkaroyndir av teimum. Sjálv hevði hon løgreglubil í høklunum, líka til Havnar.
Bakka ikki
Ingeborg Vinther ger púra greitt, at tey fara ikki at bakka fyri hesum áganginum frá løgregluni.
Tvørtur ímóti er ætlanin nú at herða verkfallið.
Fundir vóru bæði í gjár og verða aftur í dag, um, hvørji stig skulu takast. Hon vil kortini ikki siga nakað um, hvørji stig verða tikin, ella nær nøkur stig verða tikin.
? Løgreglan heldur eyguni við okkum, so vit siga onki frammanundan.
Tað einasta, hon vil siga, er, at tað kann vera so skjótt, at okkurt hendur.
Hon sigur, at avleiðingin av politiatsóknini er, at farmur og varur ótarnaðar verða førdar úr Havnini og úr Klaksvík inn á verkfalsrakt øki.
Men hon vil kortini ikki siga, at hetta ger verkfallið veikari, tí tey fara ikki at gevast. Tvørturímóti er ætlanin at herða verkfallið.
? Vit fara ikki at lata løgregluna kúga verkafjøldina við tí skitna arbeiði, hon ger fyri makthavararnar, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tað kann væl vera, at tað er ólógligt at byrgja vegirnar av.
?Men allastaðni, har verkfall er, verður roynt at forða fyri, at nakað verður flutt inn á verkfalsrakt øki, og tað gera vit eisini.