Stjórin í Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, gjørdi í gjár vart við, hvønn beinleiðis týdning lønarhækkingin hjá arbeiðarafeløgunum fór at fáa fyri framleiðsluvinnuna.
Beinleiðis árinið er sambært Meihardi, at kappingarførið verður verri, og at neyðugt tískil verður at fremja automatiseringar. Hesar fara óivað at skúgva partar av verkafjøldini til viks.
Aðrir stjórar og virkisleiðarar taka undir við spádóminum hjá Meinhardi Jacobsen, og vátta, at kappingin á fiskamarknaðinum fer at krevja broytingar í framleiðsluni.
Skuldu skammast
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, sigur í viðmerking til tíðindini, at føroysku virkisleiðslurnar áttu at skammast.
? Eg haldi orsøkina til, at alt er á gosi um lønarhækkingina hjá okkum, vera, at onkur man vera ræðast fyri at missa bonussið hjá sær, sigur Ingeborg.
Hon sigur tað vera ónáttúrliga undarligt, at stjórin á Fiskavirking fer í fjølmiðlarnar at tosa um kappingarføri.
? Ein og hvør veit, at Fiskavirking hevur fingið stórar rúgvur av almennum pengum úr Framtaksgrunninum, so at tosa um kappingarføri er fullkomuliga burturvið, heldur forkvinnan.
Akkord fyri tímaløn
Ingeborg Vinther ger harumframt vart við, at 10 ár eru liðin síðan verkafólkið hevur fingið lønarhækking, og at henda lønarhækkingin einans er 142 krónur um vikuna, um arbeitt verður fulla tíð.
? Lønarhækkingini kunnu vit ikki liva av, tað er heilt vist. Tey eru mong, sum als ikki fáa fulla viku, og hesi noyðast so at liva av tí sindrinum, tað almenna unnir teimum, sigur Ingeborg hørm
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag ger púra greitt, at hetta tvassi og humbukkið hjá Meinhardi Jacobsen, sum hon málber seg, ikki á nakran hátt fer at elva til betri arbeiðshug úti á virkjunum.
? Arbeitt verður longu akkord fyri vanliga tímaløn, sigur ein firtin forkvinna við Sosialin.