Danskir miðlar vita at siga, at tað er ikki vist, at danski útróðrarbáturin, Inger Katrine, loysir aftur og fer til fiskiskap.
Tað var umborð á hesum báti, at ein avloysari herfyri læt lív og hinir fimm av manningini, sum vóru við, eru varðhaldsfongslaðir, skuldsettir fyri dráp.
Eigarin av útróðrarbátinum, Leon Buhl, váttar yvirfyri donskum sjónvarpi, at hann í desember fekk tilsøgn um upphøggingarstuðul frá danska Fiskivinnustýrinum.
Hetta merkir, at eigarin nú skal taka støðu til, um hann tekur av upphøggingarstuðlinum ella ei.
- Eg veit ikki í løtuni, um eg taki av, sigur eigarin.
Leon Buhl vísir á, at hann vil síggja, hvussu málið um hendingina umborð á Inger Katrine tekur seg út, áðrenn hann tekur støðu.
Tað var hin 15. september í 2022, at danska Fiskivinnustýrið læt upp fyri stuðulsskipanini til upphøgging av fiskiskipum, sum avleiðing av Brexit.
Soleiðis er umsóknin hjá eigaranum, Leon Buhl, send, áðrenn hendingina og alla umrøðuna, sum hevur verið um útróðrarbátin, Inger Katrine.
##med2##
Fimm fiskimenn, sum vóru við hesum báti, sita nú varðhaldsfongslaðir fyri at hava dripið, 41 ára gamla danan, Alf Villum Jensen, umborð í útróðrarbátinum.
Tað var mánadagin hin 30. januar, at bjargingartyrla var eftir lívleysa manninum í Norðsjónum, sum varð fluttur á sjúkrahús.
Men, tá maðurin kom á sjúkrahús, varð hann staðfestur deyður.
Útróðrarbáturin, Inger Katrine, er 15 metrar langur, og Leon Buhl keypti bátin, sum er heimahoyrandi í Thorsminde, í 2007.
Inger Katrine er bygdur á Brdr. Jensens Skibs- og bådebyggeri í Grenå í 1983 og hevur serliga brúkt havnirnar í Hvide Sande og Thyborøn, har báturin nú liggur.