Ingi Højsted er nú farin undir bóltvenjingina aftur í Arsenal.
Seinastu vikurnar hevur hann ikki fingið vant, tí hann breyt beinið í NM-kapping fyrui U17 landslið, sum var í Danmark í august.
Nú er Ingi komin fyri seg aftur, og alt tykist vera í lagi við beininum.
Ingi hevur sáttmála við Arsenal, og hann hoyrir til U17 liðið hjá felagnum. Hetta liðið hevur staðið seg sera væl í landskappingini higartil.