Í »Vikuskiftisblaðnum« í Sosialinum seinasta leygardag hevur blaðmaðurin Ingi Rasmussen bókina »Gulag og glemsel« hjá Bent Jensen á hondum og ger sær sínar tankar.
Greinin byrjar soleiðis: »Nazisman var ein parantes«. »Mong kvukku við, tá ein løgtingsmaður herfyri fekk seg at siga soleiðis í einum hørðum orðadrátti í Løgtinginum. Kanska var kjakið, sum stóðst av útsøgnini, eitt fyrivarni um, hvat vit kunnu vænta okkum, tá kanningin eystanfyri av Føroyum undir kalda krígnum sær dagsins ljós. Kanningini stendur danski søguprofessarin Bent Jensen fyri, og orsøkin til óhepnu lýsingina hjá løgtingsmaninum av nazismuni er seinasta bókin hjá professaranum, ið nevnist »Gulag og glemsel««.
Í hornatøkum við Javnaðar- og Tjóðveldisflokkin
Lat meg gera vart við, at løgtingsmaðurin ? sum var í hornatøkum við Javnaðar- og Tjóðveldisflokkin í tinginum henda dagin ? var eg, men bókin "Gulag og glemsel" hevur ikki fingið meg at taka til, sum eg gjørdi. ? Leggjast kann afturat, at orðadrátturin var heldur ikki serliga harður.
Teir ræðuleikar úr Sovjet og undir øðrum kommunistiskum einaræði, sum ídag alt meiri verða prógvaðir í bókum og tíðarritum eru bert staðfestingar av frágreiðingum, sum áður eru kunngjørd vesturheiminum, og sum vintstri vongurin ongantíð góðtók. Heldur mótmæltu bæði Javnaðar- og Tjóðveldisflokkurin USA og øðrum vesturlendskt sinnaðum londum, sum hava verið okkum góð verja.
»Intelektualisman« og fjølmiðlaheimurin var í stóran mun halgaður vinstravonginum, og mentanin í danska kongaríkinum við m.ø. Otto Gelsted, Hans Kirk, Hans Scherfig, William Heinesen, og Christian Matras, helt heldur ikki av fyri at viðurkenna sær kommunismuna.
Áhugavert kundi verið at nevnt í hesum viðfangi, at sjálvt í Føroyum var so statt, at presturin Richard Wurmbrand, ið tænti - og hevur liði nógv- eystanfyri, hevði ilt við at fóta sær, tí honum varð sýtt atgongd at prædika í onkrum av føroysku kirkjunum, so seint sum í 1970unum, tá hann vitjaði, tí hann var hildin at vera ov víðgongdur ímóti kommunismuni.
Munur á 74 og 12 árum
Tá eg á tingi segði at "Nazisman var ein parantes", var hetta í tíðarperspektivi, og ikki tí, at eg vardi ræðuleikarnar í nazisman hevði við sær. Eg havi víst á, at "kommunistiska eksperimentið" sum gjørdist ein sorgarleikur, vardi í minsta lagi frá 1917 til 1991, tá múrurin fall - í 74 ár - meðan nazisman hevði sína tíð frá 1933 til 1945, tá USA tók um endan, t.v.s. í 12 ár. ? Eingin kann siga, at eg kom við eini "óhepnari" lýsing, ella tað var nakað, sum fall mær knapliga úr munninum, sum greinskrivarin vil gera tað til.
Sjálvandi sá formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Ejdesgaard, sær eitt høvið á tingi at koma við eini tilvildarligari viðmerking. Hann hevur jú fá onnur verkevni enn at koma við atfinningum.
Í tíðarperspektivi kann sigast, at 12 ár inn í millum 74 ár er ein parantes.
Eg fegnist um, at ein føroyskur blaðmaður nevniliga, Ingi Rasmussen, er kvokkin við, og kanska okkurt fjølmiðlafólk við honum, men bara at taka hetta burtur úr eini heild, eyðkennir ikki serliga góðan fjølmiðlasið, og tænir honnum ikki til heiðurs. Tað tykist, sum um hann er vaknaður av bókini »Gulag og glemsel«.
Onkur søgubrot
Ígjøgnum seinastu mongu árini hevur ikki verið trot á røddum úr kommunismunnar drúgvføru ræðuleikum við sovjetiskum rættargongdum, loyniløgregluni KGB, sovjetiskum fongslum og fangalegum, GULAG týningarlegunum, fongsulsjúkrahúsum og sinnissjúkarhúsum og øðrum tættum í atsóknum.
Nú eru 30 ár síðani Solsjenitsyn gav út bókina um GULAG týningarlegurnar. Vit minnast eisini Sakharov-hoyringina í Danmark í 1975, við óhugnaligu frásagnunum, hesum sum vesturheimurin ongantíð tók í álvara. Fyri at taka tvey dømi.
Les eitt nú stóra verkið »The black book of Communism«, sum kom út í 1999 við sínum 800 síðum, sum grundgevur fyri teimum 25 milliónunum, sum lótu lívið undir kommunismuni í Sovjet og 65 milliónunum í Kina, hetta sum bert er ein partur. Her sæst eisini hvussu kommunisman er farin við egnum borgarum.
Bókin »Reagan?s War«, sum kom út í novembermánaði í fjør vísir eisini sera áhugaverdu ætlanina hjá Kreml at yvirtaka filmsídnaðin í Hollywodd, fyri at fáa tak á heiminum, har Ronald Reagan longu í 1946 ? hesin sum ofta varð illa viðfarin av vinstravonginum í Evropu, meðan hann var forseti ? stríddist sum sjónleikari ímóti kommunistiskum felagsskapum har eftir krígslok. Hóast hetta, kundi hann fegnast um at vera ein av kvartettini, sum syrgdi fyri, at kommunistiski múrurin fall góð 40 ár seinni - í 1991.
Ferðin við »Dostojevskij« o.a.
Vit minnast bæði Ungarn, Tjekkoslovakíið og hørðu viðferðina hjá Alexander Dubcek, tá hann í bókini, sum á donskum hevur heitið "Håbet dør sidst" vísir á, at hann uttan at hava nakað at siga, bara var fluttur til eitt fongsul í Moskva, meðan land hansara leið undir harðrendu viðferðini.
Eisini áhugaverda bókin hjá danska blaðmanninum og høvundinum Leif Davidsen, har hann greiðir frá ferðini eftir Volgaánni við ferjuni "Dostojevskij" á heysti í 2000, har hann aftur vitjar støð, sum hann kom til, tá hann var danskur útvarpsmaður í Sovjet í 1980.
Fyri at taka bert tvey av óteljandi dømum, sigur hann m.a. frá, tá kommunistar sprongdu stóru og kendu "Frelsarkirkjuna" í Moskva í luftina, og settu standmynd av Lenin í staðin, og hvussu Jeltsin tók standmyndina niður aftur, og lat nýggja stásiliga kirkju byggja aftur. Annað dømi kann eisini nevnast, tá ikki færri enn 3000 fangar á veg við skipi til Gulag gjørdu uppreistur umborð, vórðu hirdir í lastina, sum varð fylt við vatni í minus 30 stigum, og hvussu hesin ísklumpurin við fyrstum fólki á ein ella annan hátt varð lossaður í land. Hetta eru bert tvey dømi av túsundum.
Dømini eru mong túsund. Spennandi bókin hjá foreldrunum hjá kenda og dugnaliga tíðindamanninum Samuel Rachlin, Rachel og Israel Rachlin, »!6 år i Sibirien«, sum kom út í 1982, er eisini gott íkast, fyri at taka nakað »úr bókarúgvuni«.
Bert annar parturin uppgjørdur
Lat meg í hesum viðfangi siga, at munurin millum nazismuna og kommunismuna er, at uppgjørt varð við nazismuna, meðan kommunisman stendur enn sum ósvaraður spurningur, hóast meiri opið nú er at fáa til vega skjøl fyri pógvum um veruleikar.
Nakað av hesum fáu av mongum túsund dømum eg omanfyri havi nevnt vísa, at í tíðar-perspektivi var "nazisman ein parantes".
Nazisman vardi í 12 ár, og allur heimurin vendi sær ímóti henni, sum rætt var, meðan kommunistiska eksperimentið, sum vinstrivongurin og stórur partur av vesturlendska blaðmannaheiminum vardi í 74 ár, miseydnaðist og kollsigldi. Hóast tað, hava enn ikki øll vent henni baki.
Lat meg til seinast siga, at tað var ikki "Gulag og glemsel" ella nakað, sum Bent Jensen hevur skrivað, sum fekk meg at taka til í løgtinginum, sum eg gjørdi, tí eg havi nevniliga ikki lisið bókina, men heildin í drúgvføru ræðuleikunum og tíðarperspektivið, sum skrivað hevur verið ígjøgnum 20. øldina, kanska serliga seinna helm-ingin.
Og so heilt til seinast kann eg ikki siga annað enn at tað er við spenningi eg fari at lesa bókina "Gulag og glemsel". Eisini fari eg at hyggja skjølini hjá Bent Jensen ígjøgnum, tá hesi verða løgd fram. Tað kanska fær onnur ávís føroysk fjølmiðlafólk enn Inga Ramussen at vakna og kvøkka við.