Klaksvík:
Alla vetrarhálvuna liggur kappróðurin stillur kring landið. Soleiðis hevur tað altíð verið, men nú sær tað út til, at tað ikki verður í ár.
Klaksvíkar Róðrarfelag hevur ætlanir um at royndarkoyra ein føroyameistarakapping í Concept 2 rógvimaskinum einaferð í septembur í Klaksvík.
Umstøðurnar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag eru góðar og tað standa átta Concept 2 rógvimaskinur í venjingarhølunum hjá teimum.
Tað einasta formaðurin fílist á, er at brúsuviðurskiftini eru ikki nóg góð, men tað finnast aðrir møguleikar, um tað ikki eydnast at fáa tey viðurskiftini í rættlag áðrenn kappingin verður.
Kappingin
Kristian Eli Zachariassen greiðir frá, at enn er ikki avgjørt hvussu kappingin verður skipað. Altjóða kappingar hava tveir vektklassar, ein lætt og ein tungvekt, har markið er 74 kilo.
Men Kristian Eli vísir á aldursmunin í føroyskum kappróðri, og sigur, at tað kann fara at vera ómetaliga torført hjá einum 17 ára gomlum drongi, sum vigar 75 kilo at gera seg galdandi millum menn mitt ella seinast í tjúgunum.
- So spurningurin er, um vit áttu at havt tveir aldursbólkar eisini. Mannfólk undir og yvir 18 ár og tað sama fyri kvinnurnar. Vansin við hesum er so, at tað verða so nógvir bólkar, og um ætlanin er at fáa stuðlar til at lata vinnarunum eina peningagávu, so kann tað fara at gerast torført, um ov nógvir bólkar eru, heldur Kristian Eli.
Hann sigur, at hugsast kann, at kappingin verður skipað sum ein Cup kapping, har til dømis 8 ella 10 tey bestu fáa ein møguleika aftur at, við at tey koma í eina hálvfinalu og síðani verður sjálv finalan.
- Men so koma tey at rógva tríggjar ferðir ein dag, og vit vita ikki, um tað kanska verður ov nógv av tí góða.
Teinurin, sum róð verður, er 2.000 metrar upp á tíð. Rógvarin avger sjálvur tyngdina á takinum. Tað vil siga, at hann stillar sjálvur inn, hvussu tungt tað skal verða at rógva. Men tað er ikki loyvt at broyta innstillingina, tá hon so er gjørd.
Tað er soleiðis, at lættari maskinan verður stillað, fleiri tøk mugu takast. Ella sagt á ein annan hátt, so telur maskinan metrarnar skjótari niður, jú tyngri tað verður at rógva.
Tekningarlisti á heimasíðuna
Kristian Eli sigur, at ætlanin er aftan á Ólavssøku, tá nøkur viðurskifti eru komin upp á pláss, at leggja tekningarlista út á heimasíðuna hjá felagnum, har luttakararnir so kunnu tekna seg. Og sjálvandi verður heimasíðan so eisini nýtt til at leggja úrslit út á.
Hann sigur eisini, at hetta kann fara at gerast ein góður møguleiki til at savna upplýsningar saman um føroyskar rógvarar. Tí tá teir skulu til eina tílíka kapping, skulu tey upplýsa vekt og aldur. Og við teimum upplýsningunum saman við úrslitunum hjá hvørjum einstøkum, so skuldi verið grundarlag fyri at lýst støðið í føroyskum kappróðri ella rættari sagt føroyskum innandura kappróðri.
Tí tað kann ikki samanberast at rógva á eini rógvimaskinu inni og so í tí føroyska kappróðrarbátinum, har veður, vindur og streymur eisini spæla ein stóran leiklut.
- So kunnu vit møguliga finna út av um nakað er í øllum reypinum, sum dagliga hoyrist millum rógvarar, sigur Kristian Eli skemtandi og flennir.
Hann heldur, at tað einasta, sum skal til fyri at skipa fyri eini tílíkari kapping her á klettunum er, at onkur tekur seg saman og ger nakað við tað. Tí tíðin leggur so avgjørt upp til tað, nú fleiri og fleiri feløg kring landið hava skaffað sær Concept 2 maskinur.
Sjey feløg hava Concept 2
- Tað eru sjálvandi ikki øll feløgini, sum hava maskinurnar, men mær vitandi eru feløgini, sum hava maskinur, sjey í tali. Tey eru: Havnar Róðrarfelag, Róðrarfelagið Knørrur, Argja Róðrarfelag, Miðvágs Róðrarfelag, Vágs Kappróðrarfelag, Róðrarfelagið Strálan og Klaksvíkar Róðrarfelag, greiðir Kristian Eli frá og so leggur hann aftur at, at eitt nú Fragd og Fimi og Top Form eisini hava Concept 2 maskinur.
Eisini heldur hann, at um ein er í form, tað vil siga hevur góða kondi, so ræður tað eina mest um at læra seg at rógva á eini tílíkari maskinu. Og tá er tað møguliga nóg mikið at venja á maskinunum í einar tvær vikur ella so.
Talan er, sum áður nevnt, bert um eina roynd nú í septembur, men um tað roynist væl, so verður ein almenn ella óalmenn føroyameistarakapping tíðliga komandi ár.
- Við tað, at vit hava eina royndarkapping fyrst, so má man vóna, at vit kunnu síggja so nógvar byrjunartrupulleikar sum gjørligt og fáa rætta tað, sum vit gera skeivt til eina aðru ferð, sigur Kristian Eli Zachariassen.
Um kappingin verður almenn ella óalmenn veldst um Róðrarsambandið kemur upp í ella ikki.
Kristian Eli sigur, at hann hevur tosað við onkrar rógvarar, umframt at felagið hevur lagt ein spurning út á heimasíðuna fyri at kanna áhugan fyri eini tílíkari kapping. Og tað letur til at áhugin er til staðar.
Men hann leggur at enda dent á, at nógv viðurskifti eru ógreið enn viðvíkjandi kappingini, sum tó er ætlanin at fáa í rættlag eftir Ólavssøku, soleiðis at klárt verður at hava kappingina í septembur.