Innbúgv og forrit

Hósdagin lat nýggjur handil upp í Dr. Jakobsensgøtu nevndur Munin, sum fer at selja skrivstovuinnbúgv. Umframt søluvirksemið arbeiða tveir menn í hesi fyritøku við at gera digital landkort av Føroyum

 

Á fyrstu hædd í Dr. Jakobsensgøtu 18 heldur fyritøkan Munin til. Fyritøkan er býtt í tvær eindir. Tann eina eindin fæst við at menna eitt telduforrit, sum hevur til endamáls at skráseta allar Føroyar í digitalum kortum.

Hin eindin fer at selja skrivstovuinnbúgv, og tað var í hesum sambandi, at Munin hevði móttøku í hølunum hósdagin. Handilin er einaumboð uppá EFG í Føroyum og fer at selja hetta merkið.

Eigarar av fyritøkuni eru Rói Henriksen og Bogi Jacobsen, og afturat sær hava teir tvey starvsfólk. Fyritøkan varð stovnað á heysti í 1998, og frá byrjan av hava teir báðir eigararnir mest fingist við at gera digital landkort.

Fyri nøkrum mánaðum síðani fóru teir í fyritøkuni eisini undir at selja skrivstovuinnbúgv, og nú eru høli eisini fingin til vega til hetta endamálið. Fyritøkan hevur sostatt alt virksemið savnað undir einari lon.

Tann geografiska skrásetingin er kanska tann meira spennandi parturin av fyritøkuni. Teir báðir Rói og Bogi hava longu kortlagt 60-65% av Føroyum, og ætlanin er at hava fingið lagt allar upplýsingar um Føroyar inn á eitt landkort.

Hesi kortini hava óavmarkaðar møguleikar. Tú kanst finna hvat tað skal vera við at leita á hesum kortunum. Bogi var so beinasamur at vísa okkum, hvussu hesi kortini kunnu rigga.

Um tú skalt leita eftir einum staðarnavni í Føroyum, nevnt Høvdin. Skjótt og lætt fann forritið fimm staðarnøvn í Føroyum við tí navninum. Eisini ber til at leita eftir øllum vatnveitingum ella øðrum líknandi í Føroyum, og tað kann vera hent hjá kommunum og øðrum at hava á einum forritið.

Forritið eitur Hugin og fyritøkan eitur Munin. Hetta eru ravnarnir hjá gudinum Óðini, sum flúgva runt og geva gudinum upplýsingar um, hvat fer fram rundan um hann. Soleiðis er eisini ætlanin, at fyritøkan og forritið skulu veita fólki upplýsingar uttan at tey skulu reisa seg frá telduni ? ongantíð betri um tey sita í einum stóli úr handlinum.