Innbrot í Havnar Kirkju

? Tað er sera óheppið, at kirkjan ikki fær frið, sigur Bjarni Bæk, dómpróstur

Sunnumorgunin gjørdist fólk varug við, at innbrot hevði verið í Havnar Kirkju.

Løgreglan, sum hevur verið í kirkjuni og kanna hendingina, sigur, at hurðin er sparkað inn, síðani er ein skápshurð skrædd frá, og roynt hevur síðani verið at sleppa inn í eitt brandskáp.

Hetta eydnaðist ikki, og síðani eru tann ella tey, sum hava verið í kirkjuni, farin á dyr aftur. Løgreglan veit ikki, hvør hevur framt innbrotið í kirkjuna.

Í brandskápinum, har roynt hevur verið at bróta inn, goymir kirkjan gamla silvurið og altarvínið, sum er alkoholfrítt. Eingir pengar verða goymdir í føroysku kirkjunum.


Virðing

? Tað er óvanligt, at fólk bróta inn í kirkjur í Føroyum, og eg má siga, at tað er sera keðiligt, at slíkt hendir. Fólk hava vanliga størri virðing fyri kirkjuni enn hetta, sigur Bjarni Bæk, dómpróstur í Havn.

? Fyrr stóðu kirkjurnar altíð opnar, men nú eru tær flestu stongdar, tá eingi fólk eru har. Og nú fáa tær eftir øllum at døma ikki frið, tá tær eru stongdar, og tað haldi eg verða sera óheppið.

Sunnumorgunin var gudstænastan hildin sum vanligt, og Sonja Klein, prestur, prædikaði.

? Nú skulu vit hava onkran at hyggja eftir hurðini, sum hevur fingið nakað av skaða. Helst verður neyðugt at skifta hana, sigur Bjarni Bæk, dómpróstur.