Innbrotið, sum var fráboðað í Oy herfyri, er nú uppklárað, sigur vakthavandi á politstøðini í Havn. Ein persónur er skuldsettur í málinum, sum enn verður kannað nærri. Hann er skuldsettur fyri innbrot við ætlan um at stjala, sum vaktleiðarin á politistøðini málber seg.
Í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at olja var á vegnum í rundkoyringini á vegamótinum Dr. Dahlsgøta og Velbastaðvegur í Havn. Tað vísti seg, at tað var eitt hydralikrøri í einum lastbili, sum var brostið, sum var orsøkin til, at tað gjørdist sera hált har á leiðini. Vegurin var tí spulaður og vaskaður.
Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðkanningar í Saltangará, har ferðin er niðursett til 30, vórðu tvey klipp givin.
Á Gøtueiði fingu tríggir bilførarar bót. 2 fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra 105 og 106 km um tíman og ein ungur bilførari fekk koyriforboð fyri at koyra 123 km um tíman..
Í Klaksvík vórðu tvey foreldur skuldsett fyri ikki at hava børnini í trygdarútgerð.
Við Gøtugjógv fekk ein bilførari klipp í koyrikortið og bót fyri at koyra 80 km um tíman.
Og á Kambsdali vórðu tvey mál skrivað í gjárkvøldið. Annar koyrdi 115 km um tíman og hin 122 kom um tíma. Báðir fáa treytaða frádøming av koyrikorti. Ein fekk bót fyri at tosa í fartelefon.