Nú tykist tað sum um tann stóri vøksturin, ið hevur verið í innflutninginum seinastu árini, er tálmaður eitt sindur.
Í øllum førum benda tey feskastu tølini frá Hagstovu Førpya á, at innflutingurin ikki veksur so skjótt longur, sum hann hevur gjørt seinastu árini.
Tølini frá Hagstovuni vísa enntá, at teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár minkaði innflutngurin til nýtslu tvær milliónir krónur, úr 290 milliónum í fjør, niður í 288 milliónir í januar og februar ár.
Tað er ein minking uppá 1%.
Men hetta skal takast við einum sindri av fyrivarni, tí tað vísir seg, at heilt stórar forskjótingar eru í teimum vørusløgum, sum eru innflutt.
Soleiðis er innflutningurin av teimum allarflestu nýtsluvørunum vaksin eitt sindur teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár.
Men táið samlaði innflutningurin av vørum til nýtslu kortini eru fallin í januar - februar í ár, afturímóti í fjør, kemst tað fyrst og fremst av einum, heldur óvæntaðum fyribrigdi.
Og tað er, at innflutningurin av brennievni er fallin næstan niður í helvt í januar og februar í ár, afturímóti í sama tíðarskeiði í fjør.
Í Januar-februar í fjør fluttu vit brennievni inn fyri
42 millionir.
Men somu tíð í ár minkaði innflutningurin av olju, bensini og øðrum brennievni niður í ikki meiri enn 24 milliónir.
Talan er sostatt um eina afturgongd uppá heili 44%. Og so nógv er innflutingurin av brennievni ongantíð broyttur fyrr tey seinastu árini.
Teir báðar fyrstu mánaðirnar í 1994 minkaði innfluningurin av brennievni 17% afturímóti somu tíð í 1993
Men síðani er hann vaksin hvørt ár, summi ár heilt nógv.
Í Januar og februar í 1995 vaks hann 11% afturímóti somu tíð í 1994 og í januar-februar í 1996 vaks hann aftur 24% afturímóti sama tíðarskeiði í 1995. Men síðani hevur hann staðið í stað, inntil ógvusliga fallið ársins fyrstu mánaðir í ár, samanborið við í fjør.
Hendan sama gondin sæst aftur um innflutingurin verður tikin fyri øll árini
Í 1990 innfluttu vit brennievni fyri 248 milliónir.
Men skrædlið gjørdi, at nýtslan minkaði munandi.
Í 1993 innfluttu vit ikki olju, bensin og annað brennievni fyri meiri enn 219 milliónir og í 1994 minkaði innflutningurin heilt niður í 182 milliónir.
Men síðani er innflutningurin av brennievni aftur vaksin støðugt og í 1997 ar hann aftur á sama støði sum hann var í 1990.
Men higartil í ár er so aftur hent eitt óvæntað stórt fall.
Vøksturin tálmaður
Annars kann sigast um innflutningin av øðrum nýtsluvørum, at yvirhøvur er hann vaksin teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør.
Men gongdin tykist at vera tálmað, tí tann stóri vøktsturin, sum hevur verið seinastu árini, er ikki longur.
Innflutningurin av fóðuri vaks 10% í januar og februar í ár, afturímóti í fjør. Í januar og februar í 1996 vaks hann 46% afturímóti sama tíðarskeiðið í 1995. Og í januar og februar í 1997 vaks hann 18% afturímóti somu tíð í 1996.
Hinvegin vaks innflutningurin av tilfari til byggivinnuna 21% teir fyrstu tveir mánaðirnar í ár.
Vøksturin hevur annars ligið upp í móti 30%, tó at hann minkaði nakað í fjør.
Innflutningurin av vørum til aðra framleiðslu er vaksin 11%.
Innflutningurin av vørum til beinleiðis nýtslu, stendur at kalla í stað tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár eftir fleiri ár við stórum vøkstri.
Somuleiðis stendur innflutningurin av vørum, sum ikki eru flokkaðar aðrastaðni at kalla í stað.
Men ikki minst loypir tað í eyguni, at innflutingurin av bilum er ikki so stórur longur, sum hann var nøkur ár herfyri.
Kreppan gjørdi, at innflutingurin av bilum steðgaði mestsum upp. Frá 1990 til 1993 minkaði hann úr 33 milliónum, niður í 11 milliónir.
Men so fór aftur at ganga framá. Frá 1993 til 1994 hækkaði hann úr 11 upp í 17 milliónir
Men so gjørdi hann eitt øgiligt lop heilt upp í 91 milliónir í 1995, síðani upp í 133 milliónir í 1996.
Men so steðgaði framgongdin og innflutingurin av bilum minkaði niður í 129 milliónir í fjørð.
Tølini fyrstu tveir mánaðirnar í ár vísa nú aftur ein lítlan vøkstur.
Samanbera vit teir báðar fyrstu mánaðirnar hesi árini, sæst, at innflutingurin av bilum vaks heili 429% í januar og februar í 1995, afturímóti somu tíð í 1994.
Skip og fiskur minkað
Umframt nýtsluvørurnar, setir Hagstovan upp eitt yvirlit yvir innflutningin av øðrum vørum eisini, tvs, innflutningi av skipum og fiski.
Og hann er munandi minkaður í januar og februar í ár, aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjørð.
Í januar og februar í ár innfluttu vit skip og fisk fyri fýra milliónir. Sama tíðarskeið í fjør var talan um 20 milliónir.
Talan er sostatt um eina minking uppá 80%.
Leggjast skal afturat, at hesi bæði árini er bara talan um innflutning av ymsum fiski teir báðar fyrstu mánaðirnar, tí ongi skip vórðu innflutt.
Men alt í alt gevur hetta ein innflutning í januar og februar í ár uppá 292 milliónir. Sama tíðarskeið í fjør var innflutningurin 310 milliónir.
Alt í alt er sostatt talan um eina minking í innflutninginum uppá 6%.