Tað er við ræðslu í sinni, at eg fjálturstungin síggi fram í móti tí sonnu avgrund, bogarnir í Havn ferðast í móti nú vandasjógvar herja á. Tíbetur er býurin undir einari leiðslu sum væl dugir at rópa varskó og lýsa stórbýartrupulleikarnar, sum fara at taka allan lívskvalitetin frá okkum. Vit skulu jú ikki standa aftan fyri allar hinar metropolarnar og skipa fyri, at borgararnir her heilt víst fáa allar teir vansar, sum ein stórbýur hevur.
Seinasta skotið hjá teimum fólkavaldu og umsitingini er at leggja eftir teimum hart arbeiðandi, veiku, stressaðu og til dagligt offrandi menniskjuni, sum brúka meira enn helvtina av einum ári at arbeiða fyri lands- og kommunukassarnar. Nú ynskir man at straffa tey, sum dag út og inn, grulva eftir heimsins mest ineffektiva ringvegi oman í høvuðsstaðin fyri at halda samfelagshjólini koyrandi.
Fyri at fáa fjøldina at halda munn, hevur man fingið danir at úttala seg um, at ríkiligt av parkeringsplássum eru í miðbýnum, men har manglar útskifting. Veit ikki hví, tað skal gjaldast í tíggjundatúsindvís av krónum fyri eitt danskt alibi, tá tað hvønn dag eru føroyingar, sum heilt ókeypis kunnu vísa á tað umvenda. Ein og hvør, sum ein yrkadag hevur roynt at parkera í miðbýnum í Havn, aftan á klokkan 9:12 veit, at tað er trupult at finna eitt pláss minni enn 500 metrar frá Rasmuss. Tað er fakta og ikki teoretiskar flosklar frá einum fólkaslagi, hvørs trafikalu evni, í teirra egna høvðusstaði, eru drepandi. Vit hava í dag eina skipan við kvartum, hálvum, heilum, tveimum og fýra tímum umframt longri. Gevur tað ikki optimala útskifting fyri borgaran og handilslívið? Hetta er genialt, onkur hevur einaferð hugsað sjálvur og ikki latið seg blenda av utopiskum dreymum um ein billeysan heim.
Seinasta vetur, og allar frammanundan, hava vit fingið staðfest, at veðurlagið í Føroyum ikki er tað besta. Vit hava fleiri vikur, har vit arbeiða, virka, keypa, liva og ikki lata okkum lynda av einum hørðum stormi ella tveimum. Størsti parturin av Evropa hevði doyð av ræðslu, um tey upplivdu ein vanligan føroyskan vetrarmánað. Ein fyritreyt fyri at vit kunnu lívbjargast á hesum klettunum er, at vit kunnu ferðast um landið við børnum, vørum, vinum, til og frá arbeiði umframt at njóta okkara vøkru náttúru. Lat okkum tryggja, at samfelagslívæðrin heldur á fram við renna, uttan at kasta okkum eftir tí sum súkklandi borgarstjórar halda er rætt.
Er tað veruliga ynskið hjá Tórshavnar kommunu at leggja enn eina byrðu á tey, sum offra almikið fyri at gjalda fyri okkara vælferð. Vit hava longu heimsmet í dagligari virðisminking á akførum okkara. Aftur her hava vit brúkt danskan øvundarskatt sum fyrimynd. Onki við at hyggja at týskarum, bretum ella svium v.m. Nei, her brúka vit tað, fyri borgaran, vánaligu loysnina tá vit jú ikki tora at hugsa sjálvi og við góðari samvitsku loyva okkum at hava ein miðal svenskan bil.
Er tað veruliga ynskið hjá Tórshavnar kommunu, at kassadaman, sum vinnur 5 – 600 um dagin skal drenast fyri síðsta blóðsdropa og gjalda tað sum er eftir, aftan á skatt, í parkeringsskatti. Tað skal sjálvandi kosta 48 krónur um tíman her. Fyrimyndin Keypmannahavn, tekur 24 um tíman so vit skulu minst vera dupult so góð. Stjórin, reiðarin, KT-ráðgevin, deildarleiðarin og hitt fína slagið skal nokk klára tað. Men tann einliga mamman, tey eldru, arbeiðarafjøldin, tey sum bert hava til dagin og vegin fáa ein vátan vøtt í høvdið. Næsta stigið veðrur so parkeringsbøtur upp á 1020 kr, vatnskatt, ognarskatt, kloakkskatt, CO2 skatt og ein 27 nýggjar byrðar sum vit kunnu læra frá dønum v.m.
Í staðin fyri at dagliga at geyla um ikki eksisterandi stórbýartrupulleikar, skuldi landsins kosnu, heldur stillað seg við innkoyringin til Havnina og bukka fyri avbygafólki og samstundis við harðari rødd takkað fyri, at tey offra seg og gjalda ein av heimsins hægstu skattum, keypa heimsins dýrastu vørur, hava heimsins størstu virðisminking á akfarinum og lata seg blenda av teimum, sum fantasera um ikki eksisterandi stórbýartrupulleikar.
Um nakar er í íva, so haldi eg tað vera óneyðugt, visiónsleyst, býtt og órættvíst at leggja enn ein skatt á teir longu knokkroyttur borgararnar í hesum landi. Um vit nýta eitt sindur av hugflogi og evnum til at hugsa longri enn 4 ár fram, men heldur eini 15 – 20 ár so kann Havnin gerast stórbýarfyrimyndin hjá teimum býum sum í dag byggja samfelagið upp eftir snævurskygdum ynskidreymum. Her eru nøkur ítøkilig dømi har inspiratión er tikin frá Gøteborg, Boston og Fuglafirði.
1) Ger samband millum eystaru og vestari vág um ein tunnil sum kemur upp á Skálatrøð. So fáa vit leitt ferðsluna gjøgnum býin á ein tryggan, burðadyggari og effektivan máta.
2) Ger eitt risa parkeringspláss undir jørð beint undir miðbýnum. Hav eini 3 – 4 útvald støð har ferðslan kemur til og frá. Handilslívið vil blóma, ólavsøkusangurin kann verða innandura, tá tað regnar.
3) Tá 1 og 2 eru gjøgnumførd. Stong miðbýin fyri ferðslu, lat Havnará upp aftur, ger spælipláss, blomsturkassar, cafétorg, arkadir og alt hitt sum politikkarar elska at vísa í verki, tí fjøldin tráar tað. Núverandi ætlan við bara at gera tær løttu og vælumtóktu bleytu broytingarnar, fara at kosta fleirfalt, tá komandi ættarlið skulu rudda upp í tí trafikala hurlivasa sum verður skaptur.
4) Gerið nakrar parkeringstunlar inn í bergini við Skálatrøð og við Kongabrúnna. Set teir í samband við hugskot 1).
5) Brúka bilkøina, á atløgubryggjuni, sum parkeringspláss tá ongin ferja liggur, og tey eru tómt.
6) Tað eru nógv onnur genial hugskot, sum ikki beinleiðis hava við parkering og miðbýin at gera, men kanska tey kunnu geva eitt sindur av íblástri til komandi framburð. Vit hava áður víst genialitet og eiga at kunna gera tað aftur, men kanska tann tíðin er farin?
6a) Gerið eina samanflætting millum bilarnar, sum koma frá Sandvíkahjalla og Kaldbaksbotni. Vit fáa glíðandi, tryggari, burðadygga og effektiva avgreiðslu.
6b) Við tað víðagitna T-kryssið við Hoyvíksvegin, ger eina brúgv ella ein tunnil sum leiðir ferðsluna frá Hoyvíksvegin og yvir móti strond. Enn einaferð fáa vit glíðandi, tryggari, burðadygga og effektiva avgreiðslu av ferðsluni. 80% av proppinum vilja hvørva sum døgg fyri sól.
6c) Set ljóskurvarnar til at blinka gult, tá ongin tørvur er á teimum, og lat vanliga víkuskildu ráða. Eystureuropearar og tann eingilsk talandi heimurin dugir at ferðast í slíkum “krevjandi” umhvørvi, men danir megna tað ikki. Hvønn bás fella vit føroyingar í her?
6d) Ikki lata tey sum eru í starvsvenjing taka avgerðir um, hvar ferðsluforðingar (ongin bunga er gjørd enn) skulu gerast. T.d. á veg út úr einari rundkoyring har ferðin longu er av tí lægsta. Móti einum T-kryssið har ein og hvør bilur frammanundan bremsar ella har sum eitt eindømi verða sum brúkt avgerðagrundarlag. Tað er ikki trygt, umhvørvisvinarligt ella hugaligt at gera allan miðbýin til eina langa bilkø.
Møguleikarnir fyri genialum loysnum eru óteljandi. Vit kunnu, tá vit vilja. Tað er bara spurningur um tíð, ikki prís. Tann besta loysnin er altíð betri enn eitt politiskt kompromis, sum byggir upp á úrslitið til komandi val. Lat okkum byggja ein dynamiskan, effektivan og hugnaligan bý, har vit bæði hava hugna til børnini og eitt vinnulív, sum ikki skal standa í kø ella koyra runt og leita eftir parkeringsplássi. Havnin er heimsins minsti býur, ikki stórbýur, vit kunnu alt um vit duga at viðurkenna tað og hugsa sjálvi. At viðurkenna ein trupulleika og loysa hann vil altíð vera betri enn okkara núverandi leistur, har vit bert royna at fjala symptomir. Trupulleikin í Tórshavn er, at tað júst nú mangla 53 parkeringspláss afturat innan fyri ein 356 metra radius frá Rasmuss Effersøe á Vaglinum. Loysið tað uttan at leggja fleiri byrðar á fólk. Vísið hegni, visiónir og dugnaskap. Avmarkingar, forðingar, skatt og skerjingar kunnu vit lata stórbýirnar um.