Hagstovan.fo:
Tað eru 213,7 milliónir krónur, ella 2 prosent, minni enn undanfarna skeið.
Innflutningurin fyri august er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá september 2024 til august 2025 samanborið við undanfarna uppgerðarár.
Innflutningurin er vaksin 213,7 milliónir krónur. Alt uttan innflutningur av brennievni og skipum vaksið. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 57,7 milliónir krónur. Hetta er tí prísurin er lægri.
Innflutningurin av rávøru til virkingar er vaksin nógv seinasta árið. Hetta er eitt nú rávøra til fiskavirki í bólkinum "Matvørur og livandi djór", tilfar til fóðurframleiðslu og annað í bólkunum "Djóra- og plantuoljur" og "Evnafrøðiligt tilfar" umframt ymiskt annað tilfar í bólkinum "Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni".
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 312,8 milliónum krónum ella góð 11 prosent.
Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lægri støði hetta seinasta árið, er einki sum bendir á, at innflutningurin seinastu mánaðirnar er ávirkaður av politisku umstøðunum í USA. Innflutningurin úr ES er farin niður á sama støði sum fyri meira enn tíggju árum síðani. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði tey seinastu nógvu árini.
Fleiri talvur síggjast á hagstovan.fo











