Innlegg kostaðu dýrt

Tað vóru serliga innlegg, ið vóru atvoldin til mál mótvegis føroysku kvinnunum í dystinum móti Íslandi í kvøld

Kvinnulandsdysturin millum Føroyar og Ísland endaði fyri løtu síðani. Endaliga úrslitið av dystinum var, at Ísland vann dystin 5-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til Ísland.

 

Sum heild var úrslitið ikki í tráð við innsatsin hjá leikarunum á føroyska liðnum, tí gjøgnum allan dystin arbeiddu føroysku kvinnurnar fyrimyndarliga og vardu væl. Tvey av málunum hjá Íslandi komu eisini heilt móti endanum av dystinum, og kundu tey væl verið fyribeind.

 

Størsti trupulleikin á føroyska liðnum í dag var eftir innleggstøður hjá Íslandi. Fýra av teimum fimm íslendsku málunum komu nevniliga eftir innlegg, meðan tað seinasta kom eftir eitt langskot.

 

Fleiri ferðir vóru kvinnurnar nær við at minka um munin tá støðan var 2-0 og 3-0 til Ísland. Størsta møguleikan í dystinum hevði Ásla Johannesen, tá støðan var 2-0. Men hon skallaði beint framvið málinum.

 

Samanumtikið kann sigast, at úrslitið og avrikið í dag er betri enn seinast tá liðini hittust. Tá vann Ísland 8-0 og vóru greitt omaná leikliga. Í dag var føroyska liðið væl við stóran part av dystinum, og við eitt sindur betur konsentratión móti endanum av dystinum, skuldi úrslitið av dystinum heldur havt verið 3-0 enn 5-0. 

 

Føroyar – Ísland 0-5 (0-1)

0-1 Gunnhildur Jansdóttir, 37.

0-2 Rakel Honnudóttir, 47.

0-3 Harpa Thorsteinsdóttir, 58 min.

0-4 Agla Maria Albertsdóttir, 89 min.

0-5 Fanndis Friðriksdóttir, 94 min.