Hóast samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn varð undirskrivað mánadagin, og landsstýrisfólkini tilnevnd týsdagin, so gjørdist flokkarnir ikki heilt lidnir við tað seinasta av málsøkjabýtinum fyrr enn í fríggjadagin.
Hóast landsstýrisfólkini vóru tilnevnd, so manglaðu samgonguflokkarnir at fáa tað síðsta av býtinum upp á pláss viðvíkjandi hvørji mál hoyrdi undir hvørji aðalráð.
Sjónligasta broytingin er, at Henrik Old, ið varð tilnevndur til landsstýrismann í Innlendismálum, fríggjadagin fekk eitt nýtt heiti, tá aðalráðið broytti navn til
Samferðslumálaráðið. Sostatt er Henrik Old landsstýrismaður í samferðslumálum.
Innlendismálaráðið hvørvir ikki heilt, men í staðin verður navnið skoytt upp í heilsumálaráðið, soleiðis at Sirið Stenberg framyvir er landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.
Frammanundan var longu greitt, at Poul Michelsen, formaður í Framsókn, fór at taka við landsstýrissessinum í vinnumálum, har eisini uttanríkismál fóru at vera ein partur. Sostatt verður hann landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Hini stjórnarráðini eru Løgmansskrivstovan, Fiskimálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Almannamálaráðið og Mentamálaráðið.
Trýst her fyri at lesa kunngerðina frá Aksel V. Johannesen, løgmanni, um málsøkjabýtið hjá CEF-samgonuguni.