Ólavur Petersen
Havi í dag fingið innlit sum biðið varð um 26. apríl 2007 frá havnarmeistara Jónsvein Lamhauge, sum undirritaði við áhuga nú nærlesur.
Sum skilst hevur Tórshavnar kommuna og Tórshavnar havn umrøtt aðrar geografiskar møguleikar til tað virksemi, sum nú er tilætlað Signabø.
Hvørjir aðrir møguleikar eru umrøddir?
Vil heita á Tórshavnar kommunu um at fáa innlit í kostnaðin av havnarøkinum eystan fyri eystara gamla molan í Tórshavnar Havn. Íroknað spreinging og flutning av mió. av tonsum av gróti frá innanvert á Glyvursnesi, til brimbarda Skansatangan.
Av tí at Ólavur Hovsgarð, fyrrverandi skipari á Norrønu, í SvF sigur Norrønu ikki hava maskinorku til vanlig ring veðurlíkindi í Tórshavnar Havn, so heiti eg á Tórshavnar kommunu og Tórshavnar Havn um at handa mær úrsliti av kanningum sum veita trygd fyri at leggjast kann at á Signabø, tá líkindi ikki eru til tað í Havn. Vit skulu minnast til, at fjallarøðin í Streymoy er brotin av Kollfjarðardali, so opið er í Vestmannasund. So har eru hvirlur og kastivindar úr øllum ættum.
Meðan Poul Michelsen er borgmeistari og Heðin Mortensen býráðslimur, fái eg at vita frá Heðini Mortensen, at fyrsta byggistigið av havnarøkinum á Skansatanga fer í gongd uttan viðtøku av Tórshavnar býráð. Vil fegin hava at vita nær arbeiðið fer í gongd, og útskrivt við dagfesting um viðtøku í Tórshavnar býráð.
Til hvat er havnarlagið, millum fólk kallað Nyhavn, upprunaliga ætlað til?
Hví eru byggistigini út á fjørð slept? Orsøkin má hava áhuga, tí nyttuvirði av tí sum er gjørt, er nógv fallið í virði, nú ætlanin ikki verður fullførd.
Tað undraði meg stórliga í borgmeistaratíðini hjá Poul Michelsen, at ætlanin at byggja flogvøll á Glyvursnesi ikki varð tengd at farmaflutningshavn innanvert á Glyvursnesi.
Hvat hevur arbeiði við ætlanum um flogvøll á Glyvursnesi kostað Tórshavnar kommunu?
Hvat hava veðurkanningar undir skiftandi borgmeistarum um flogvøll á Glyvursnesi kostað?
Sambært innliti frá Tórshavnar Havn eru tað kollfirðingar undir leiðslu av Hans Jacob Hansen sum hava gjørt seg inn á Signabø, heilt inn á Ósabakka.
Annars hevur Høgni Johansen rætt í kjaki við Heðin Mortensen í SvF. Ikki fyrrenn í jan. 2005 vendir Tórshavnar havn sær til friðingarnevndina um kaikant, men longu í februar 2005 koma teir við ískoyti til útfylling á Oyrareingjum. Nú er projektið á einum heilt øðrum støði, enn tá kollfirðingar fingu grót úr Vágatunnlinum at seta "lættan" ídna á.
Hóast kunnandi fund í Kollafirði fyri tveimum árum síðan, so liggur veruleikin so langt frá tí upprunaliga, at tað er væl skiljandi at kollfirðingar nú vakna sum við kaldan dreym.