Hetta vikuskiftið er innrás av útlendskum Jehova Vitnum í Føroyum.
Eini 300 fólk úr Noregi og Svøríki, sum hoyra til trúðarbólkin Jehova Vitni, eru komin til Føroya at vera hetta vikuskiftið.
Tað er í sambandi við árligu økisstevnuna hjá Jehova Vitnum, at teir 300 útlendingarnir eru komnir til Føroya at vitja Jehova Vitni í Føroyum.
Økisstevnan byrjaði fríggjadagin og heldur fram í dag og í morgin. Á stevnuni, sum fer fram í Hoyvíkshøllini, eru møti, fyrilestrar, tónleikur og annað á skránni.
Til hvørja økisstevnu er eitt høvuðsevni, og hesaferð er evnið "Søkið fyrst Guds ríki".