Integratiónsátakið Sambinding byrjar aftur

Hugnaliga integratiónstiltakið Sambinding byrjar nú aftur eftir summarsteðgin. Sambindingarkaféin er eitt afturvendandi opið tiltak á býarbókasøvnunum í Runavík, Klaksvík og Havn.

 

Sambinding er eitt stað, har tilflytarar og ”innføddir” føroyingar hugna sær saman, koma at kennast og læra av hvørjum øðrum. Her er høvi at hitta nýggj fólk og hoyra spennandi søgur.

 

Integratiónsátakið Sambinding er skipað sum eitt samstarv millum Bókasøvnini í Runavík, Klaksvík og Havn, stigtakararnar handan átakið í 2015 “Hvussu kunnu vit hjálpa?” og Reyða Kross Føroya.

 

Øll eru vælkomin. Við og uttan stokkar. Kaffi, te og køkur eru at fáa, og tiltakið er ókeypis. Sambinding er stuðlað av kommununum í Runavík, Klaksvík og Havn.

 

Í Havn verður Sambinding á Býarbókasavninum annaðhvørt týskvøld kl. 19.30 - 21.30:

13. september, 27. september, 11. oktober, 25. oktober, 8. november, 22. november og 6. desember.

 

Í Runavík verður Sambindingarkaféin annaðhvørt hóskvøld kl. 19.30 - 21.30 á Bókasavninum við Løkin:

22. september, 6. oktober, 20. oktober, 3. november, 17. november og 1. desember.

 

Í Klaksvík verður Sambinding eitt hóskvøld um mánaðin kl. 19.30 – 21.30:

15. september , 27. oktober og 24. november.