Inter vil hava Agger

Sambært enskum miðlum vil italska Inter nú hava danska Daniel Agger. Tað hevur ljóðað, at bæði Milan og Real Madrid hava roynt at fingið fatur á spælaranum, sum hevur havt ilt við at vinna sær fast pláss hjá Liverpool í ár. Sambært enskum miðlum vil Inter longu nú fáa handilin í hús, soleiðis at soleiðis at grannarnir úr Milan ikki gerast partur av eini kappbjóðing móti sumri.