IOC vísir aftur at viðurkenna Føroyar og Grønland

Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) hevur víst aftur eini áheitan frá Fólkatinginum um at lata Føroyum og Grønlandi sleppa at luttaka undir egnum flaggi til olympisku leikirnard

Fólkatingið bað fyrr í vikuni IOC um at broyta reglurnar, so ítróttafólk úr Føroyum og Grønlandi kunnu kappast undir egnum tjóðarflaggi. Men IOC sigur nei.

 

Orsøkin er, at hvørki Føroyar ella Grønland hava góðkendar olympiskar nevndir. Sambært reglunum hjá IOC kunnu bert sjálvstøðug ríki, sum eru altjóða viðurkend, fáa eina olympiska nevnd góðkenda.

 

IOC sigur, at hetta hevur verið føst mannagongd síðani 1996, og at støðan er greitt fráboðað viðkomandi pørtum fleiri ferðir.

 

Í dag kappast føroysk og grønlendsk ítróttafólk til OL undir donskum flaggi gjøgnum dansk Ítróttarsambandið.

 

Formaðurin í Fólkatinginum, Søren Gade, segði fyrr í vikuni, at bæði Føroyar og Grønland hava sterkar og sjálvstøðugar ítróttarligar samleikar, og at tað hevur stóran týdning fyri ítróttafólkini at sleppa at umboða síni lond undir egnum flaggi.

 

Formaðurin í danska Ítróttarsambandinum, Hans Natorp, hevur eisini áður sagt, at sambandið stuðlar Føroyum og Grønlandi í ynskinum um at fáa sjálvstøðugar olympiskar nevndir.

 

/Ritzau/