Tað upplýsir kinesiska verjumálaráðið sambært Reuters.
Eftir venjingina fara partar av kinesisku og russisku herflotunum eisini at fremja felags patruljeringar á útvaldum økjum í Kyrrahavinum.
Sambært kinesiska verjumálaráðnum er talan um eina árliga venjing, sum hevur til endamáls at styrkja samstarvið millum londini, handfara trygdaravbjóðingar og varðveita frið og støðufesti í økinum.
Russland og Kina hava seinnu árini havt regluligar felags hernaðarvenjingar. Í august í fjør vandu londini millum annað stórskjóting og atsóknir móti kavbátum í Japanska havinum.
Samstarvið millum londini er eisini styrkt munandi, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022. Stutt undan innrásini undirskrivaðu londini eina samstarvsavtalu, og handilin teirra millum er vaksin nógv, eftir at Russland varð rakt av umfatandi vesturlendskum revsitiltøkum.
Reuters skrivar, at felags hernaðarvenjingarnar hava til endamáls at styrkja samskiftið og samvirkið millum herdeildirnar og samstundis senda eitt fráhaldandi tekin til mótstøðulond.
Altjóða eygleiðarar hava samstundis víst á, at tættari hernaðarsamstarvið hevur elvt til ótta fyri, at Kina í framtíðini kann fremja eina líknandi hernaðarliga atsókn móti Taiwan. Kina metir Taiwan vera ein part av kinesiska økinum, hóast oyggin hevur sítt egna fólkaræði.
Í juni sendi Kina eisini strandverjuskip á patrulju í sjóøkinum eystan fyri Taiwan.
Kelda: Ritzau/Reuters.











