Um hálvgum ellivu tíðina fekk løgreglan fleiri fráboðanir um eld í einum bilverkstaði í Porkeri.
Sløkkiliðið fór beinanvegin á staðið og arbeiðir framvegis við at sløkkja eldin. Sambært løgregluni er talan um ein rættiliga stóran eld.
Bilverkstaðið liggur nærhendis bygninginum hjá SEV í Porkerishaga niðanfyri landsvegin millum Hov og Porkeri.
Sambært Suðuroyarportalinum hevur dagliga virksemið á verkstaðnum verið niðurlagt fyri stuttum.
Løgreglan hevði seint í kvøld ikki fingið fráboðanir um, at fólk skuldu vera inni í bygninginum, og tí bendir einki á, at nakar hevur fingið skaða.
Enn er ikki greitt, hvat elvdi til eldin.











