Spania hevði tamarhald á dystinum frá fyrsta bríksli og gav eysturríkarum fáar møguleikar at hótta málið hjá Unai Simón.
Mikel Oyarzabal legði spaniólar á odda eftir 36 minuttir, tá Marc Cucurella fann hann við einum lágum innleggi inn í brotsteigin.
Spania hevði fleiri stórar møguleikar at økja undan steðginum. Alex Baena rakti tvørtræið, og Lamine Yamal sendi returin beint á málverjan Alexander Schlager.
Eysturríki megnaði í stuttum løtum at lyfta spælið eftir steðgin, men í 66. minutti sløkti Pedro Porro vónina hjá eysturríkarum. Eftir væl samansett álop stútaði hann bóltin í málið til 2-0.
Beint undan leikloki staðfesti Oyarzabal sigurin, tá Cucurella enn eina ferð legði upp, og áleyparin skoraði sítt annað mál í dystinum.
Við sigrinum hevur Spania framvegis ikki latið eitt einasta mál inn í HM-endaspælinum. Samstundis setti málverjin Unai Simón nýtt met fyri flest samanhangandi minuttir uttan at lata mál inn í HM. Hann fór fram um metið hjá italienska málverjanum Walter Zenga frá HM-endaspølunum í 1986 og 1990.
Í áttandapartsfinaluni skal Spania spæla móti vinnaranum av dystinum millum Kroatia og Portugal.
/Ritzau/
Spania-Eysturríki 3-0 (1-0)
1-0 Mikel Oyarzabal ('36 )
2-0 Pedro Porro ('66 )
3-0 Mikel Oyarzabal ('89 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.











