Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, gevur nú ilt av sær eftir hørðu ísraelsku álopini á Libanon í gjár.
Forsetin sigur, at álopini eru brot á vápnahvíldaravtaluna millum USA og Ísrael øðrumegin og Iran hinumegin.
Masoud Pezeshkian ávarar um, at ísraelski ágangurin á Libanon kann seta vápnahvíldaravtaluna í vanda.
Reuters skrivar, at eisini iranski tjóðartingsleiðarin sigur, at Libanon er ein partur av vápnahvíldaravtaluni.
- Tjóðartingsleiðarin ávarar um, at Iran fer at svara harðliga aftur, um brotini á vápnahvíldina halda fram, leggur Reuters aftrat.











