Iran avrættaði í dag ein mann fyri at hava framt eina "uppgávu" vegna ísraelsku fregnartænastuna Mossad.
Tað skrivar tíðindastovan AFP og vísir til tíðindastovuna Mizan Online hjá iranska rættarskipanini.
Maðurin verður lýstur sum ein av "høvuðsumboðunum" í eini "uppgávu, sum Mossad hevur álagt" undir ófriði í iranska landslutinum Isfahan.
Hann er millum annað ákærdur fyri "oyðilegging av almennum og privatum ognum, eldsbruna, fyri at hava og nýta Molotov-kokkteylar" og fyri at hava "vápn" uppi á sær.
Maðurin varð hongdur, eftir at hægstirættur í Iran staðfesti dómin hjá honum.
Síðani 19. mars hava iranskir myndugleikar avrættað níggju menn fyri ákærur í sambandi við víðgongdar mótmælisgongur, har túsundtals fóru út á gøturnar móti stjórnini í desember og januar. Hetta fekk iransku myndugleikarnar at steingja internetið og reka mótmælisfólkini.
Fleiri túsund vórðu dripin, men júst hvussu nógv er ógreitt.
Hósdagin varð ein annar maður hongdur fyri at vera limur í einum bannaðum mótstøðubólki.
Iran er tað landið í heiminum, sum avrættar næstflest fólk á hvørjum ári. Bara Kina fremur fleiri avrættingar, sambært mannarættindafelagsskapinum Amnesty International.
Iran hevur verið í ósemju við Ísrael og USA síðani 28. februar, sum lupu á landið við umfatandi bumbuálopum.
Fyrr í vikuni longdi amerikanski forsetin, Donald Trump, vápnahvíldina í tvær vikur fyri at geva meira tíð at taka friðarsamráðingarnar millum USA og Iran uppaftur.
Caroline Leavitt, høvuðstalsfólk fyri Hvítu Húsini, segði fríggjakvøldið okkara tíð, at teir báðir amerikansku sendimenninir Jared Kushner og Steve Witkoff fara til Pakistan í morgun.
Har fara tey at tosa við uttanríkisráðharran í Iran, Abbas Araghchi, legði hon afturat.
Esmail Baghaei, talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið, sigur, at iransk embætisfólk ætla ikki at hitta amerikansku sendinevndina andlit til andlits í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad.
Ritzau/AFP











