Iransk embætisfólk ætla ikki at hitta andlit til andlits við amerikansku sendinevndina í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad, um vikuskiftið.
Tað skrivar Esmaeil Baqaei, talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið, á sosiala miðlinum X.
– Tað er eingin fundur ætlaður millum Iran og USA. Sjónarmiðini hjá Iran verða borin Pakistan, skrivar talsmaðurin.
Pakistan hevur virkað sum meklari millum Iran og USA í eini roynd at fáa eina friðaravtalu, sum kann enda kríggið. Eitt stríð, sum USA og Ísrael byrjaðu 28. februar við umfatandi bumbuálopum í Iran.
Sambært Esmaeil Baqaei fer uttanríkisráðharrin í Iran, Abbas Araghchi, í staðin at hitta høg pakistansk embætisfólk við tí fyri eyga at fáa friðaravtalu í lag við USA.
Útsøgnin stendur í andsøgn við tað, sum amerikanarar søgdu fyrr í gjár.
Caroline Leavitt, fremsta talskvinna fyri Hvítu Húsini, segði í gjárkvøldið okkara tíð, at teir báðir amerikansku sendimenninir Jared Kushner og Steve Witkoff fara til Pakistan í morgun.
Har fara teir at tosa við uttanríkisráðharran í Iran, Abbas Araghchi, legði hon afturat.
Araghchi kom til pakistanska høvuðsstaðin, Islamabad, í gjárkvøldið. Tað upplýsir pakistanska uttanríkisráðið sambært tíðindastovuni AFP.
Varaforsetin, J.D. Vance, hevur ongar ætlanir um at ferðast til Pakistan beinanvegin, men verður til reiðar at fara, um framgongd er í samráðingunum, siga Hvítu Húsini.
Eftir fleiri vikur við kríggi og sperring av Iran fyri flutningi av olju og gassi úr Miðeystri umvegis Hormuzsundið, eru USA og Iran í eini fastlæstari støðu.
Eitt fyrsta umfar av friðarsamráðingunum millum londini í Islamabad fyrr í hesum mánaðinum endaði uttan úrslit.
Seinasta umfarið av friðarsamráðingunum skuldi væntandi verið tikið uppaftur týsdagin, men fór ongantíð fram. Iran segði seg enn ikki vera til reiðar at binda seg til at luttaka.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, longdi týsdagin vápna hvíldina í tvær vikur fyri at fáa meira tíð at taka samráðingarnar uppaftur.
/Ritzau/











