Masoud Pezeshkian er iranskur forseti

Iran hevur rætt til kjarnorku

- Hvør er forsetin, sum heldur seg kunna taka hesi rætindi frá einari tjóð, spyr iranski forsetin, Masoud Pezeshkian

Masoud Pezeshkian er iranskur forseti

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, sigur í dag, at amerikanski forsetin hevur ongan rætt at taka møguleikarnar frá Iran at hava kjarnorkuvápn.

 

- Donald Trump sigur, at Iran ikki kann brúka síni kjarnorkurættindi, men sigur ikki, hvørji brotsverk talan tá er um.

 

Masoud Pezeshkian spyr, hvør forsetin er, sum heldur seg kunna taka hesi rætindi frá einari tjóð. 

 

Tað er tíðindastovan, Reuters, sum í dag endurgevur iranska forsetan um rættindini til kjarnorku hjá iransku tjóðini.

 

 

 

Masoud Pezeshkian er iranskur forseti